Og tey vórðu eitt hold (Men tað var tá…)

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Einaferð var tað soleiðis, at leiklutirnir hjá monnum og kvinnum vóru at vera tað, hin ikki kundi vera. Hvør í sær høvdu tey ávísar eginleikar og førleikar, men eisini veikleikar, sum gjørdi tey viðbrekin í ávísum samanhangum. Saman skaptu tey eina heild, sum kláraði ótrúliga nógv. Men soleiðis var tað tá.

1+1+1=1

Bíbilska støddfrøðin er ikki heilt tann sama sum tann, vit vanliga eru bundin at. Faðirin, sonurin og heilagi andin = ein Guð. Hvør við síni egnu tignarstøðu og guddómligu náttúru, og tó bert ein sannur Guð.
Og um mannin og kvinnuna stendur: Tí fer maður frá pápa sínum og mammu síni og heldur seg til konu sína, og tey verða eitt hold. (1. mós. 2:24). Hvør við sínum samleika og menniskjaligu náttúru og tó eitt hold, ein eind, ein heild. Og eru tey huld í Kristi, kunnu vit eisini leggja ein afturat, og tá gongur bíbilska roknistykki faktiskt aftur upp: 1+1+1=1.

Bíbilska støddfrøðin kann helst virka eitt sindur løgin fyri okkum, sum hava staðið endaroyndir fólkaskúlans. Á ein hátt ásannar bíblian týðiliga tað fulla og sjálvstøðuga virðið hjá tí einstaka, men har hendir altso okkurt, sum sær løgið út, tá ið tølini verða løgd saman.

Týdningurin á sambondum

Guðs orð leggur so stóran týdning í sambandið millum tey tvey, mannin og kvinnuna, at tey saman verða til nakað annað og nakað nýtt. Sambandið er nevniliga ein útsøgn fyri positivan og gudlýdnan tvívegis bundinskap at øðrum.

LES EISINI  1917 - tíðin er veruligi fíggindin!

Sambondini millum menniskju, og millum Guð og menniskju, hava frá skapanini havt serligt virði fyri Guði. Onki av tí, sum er skapt, er skapt at standa einsamalt. Alt og øll eru skapt at vera bundin at hvørjum øðrum. Tí sigur Jesus at øll lógin og allir profetarnir hvíla í dupulta kærleiksboðnum. Tí skulu vit elska Guð og okkara næsta. Og á sama hátt kann mann skilmarka syndina sum alt tað, sum brýtur niður sambond við Guð og við menniskju. 

Menniskjan er við hesum skapt at vera í sambandi við Guð, sum er lívsins skapari og varðveitari. Somuleiðis hevur Guð skapt okkum at vera í sambandi við onnur menniskju, vit eru bundin at. Og her hevur sambandið millum mann og kvinnu ein serligan leiklut. Frá skapanini vórðu tey skapt at virka í eini eind, har tey skulu elska og styrkja hvørt annað.

Einstaklingurin í miðdeplinum

Men nútíðar samfelagið tekur ikki undir við bíbilsku læruni um hvussu stóran týdning sambond hava. Í roynd og veru síggja vit, at nógv vísa burtur, at sambond eru altýðandi fyri savningarmegina. Nú hevur einstaklingurin tikið yvir sum tað mest umráðandi. Eg eri blivin meira umráðandi enn tey sambond, eg eri partur av. Tað hevur beinanvegin ávirkan á sambandið við Guð, sum mann ikki vil góðtaka at vera bundin at. Hann minkar til ein javnsettan “resourcepersón”, sum mann kann leita til, tá tað verður brúk fyri honum.

LES EISINI  Tað, vit skulu prædika í 2025, (2) – Skapt í Guds mynd

Og á sama máta er tað gingið hjá sambandinum millum mann og kvinnu. Mann gevur seg ikki longur treytaleyst til hvørt annað. Einstaklinga sjálvræði er meira umráðandi enn at mann veksur og mennist sum par. Kærleikin festir rót í mínum egna tørvi og hugsjónum, og ikki í mínum hjúnafelaga. Og tí er tað heldur ikki so álvarsamt at skiljast longur. Tá man ikki gevur seg til hvørt annað, verða gróðrarlíkindi til at skilja tað sum náttúrligt, at mann “veksur frá hvørjum øðrum”.

Tey mongu brotnu sambondini, sum tað hevur havt við sær, byrja at skapa nakrar týðandi trupulleikar í øllum løgum í samfelagnum. Í Danmark doyggja tvey fólk av einsemi hvønn dag. Seinastu árini síggja vit eisini, at menniskju velja ikki at fáa sær børn, tí tað verur hildið, at børn eru ein forðing, serliga fyri persónligu menningina hjá kvinnuni. Og mantraið um rættin hjá kvinnuni at ráða yvir egnum kroppi verður aktivt brúkt til at forða politikkarum í at tosa um fallandi burðatalið sum ein trupulleika. Og tá mann endiliga fær eitt barn, endar tað oftari og oftari við at vaksa upp uttan ein pápa og uttan tað, hann, sum maður, kundi givið. Vit byrja eisini at síggja menning av incelbólkum, har ungir menn knappliga reagera sera ógvusligt, tí teir eru einsamir og ólukkuligir.

LES EISINI  Tað, vit skulu prædika í 2025 (3) – Umsitarar av skapanarverkinum 

Og samstundis halda vit fram við at vísa ultimativu upplivingini av einum vælvirknum kærleikalívi burtur – og kostnaðurin er sambond, sum í einstaklingsins heilaga navni halda so leingi, tey kunnu.

Góð sambond eru góður bundinskapur. Og tað mugu vit vara um. Tey eru okkara møguleiki at uppliva nakað so gamaldags sum sannan og veruligan kærleika. Fyrst og fremst í okkara sambandi við Guð. Men meðan vit eru her á jørðini, fáa vit onga betri fyrimynd fyri okkara faðirs kærleika enn tað góða parlagið millum mann og kvinnu. Tí er ein heil bók í bíbliuni, Hásongurin, sett av til at vísa okkum hvussu tann trúfasti kærleikin millum mann og kvinnu kann geva okkum eitt lítið innlit í Guðs kærleika til okkum.

Ein avgerð má takast

Vit mugu taka eina álvarsama avgerð: Skulu vit halda fram á leiðini við økjandi einstaklingahugsan, vága at kærleikssambondini vikna og góðtaka at brot á sambond er framtíðar normurin? Ella skulu vit stremba eftir at knýta týðandi sambond, sum ikki bert gera okkara persónligu lív ríkari, men eisini mynda grundarlagið í savningarmegini í samfelagnum?

Carsten Fonsdal Mikkelsen hevur skrivað

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina