Páskadagar í Havn við Erik Nielsen

Meinigheitshúsið í Havn bjóðar um páskirnar 10.-13. apríl til møtir, har høvuðstalari verður Erik Nielsen, ið er evangelistur í Danmark.

– Vit steðga á við páskaboðskapin – kjarnuna í hví vit hava páskir – og minnast, hvussu Jesus gav sítt egna lív fyri at bjarga mannaættini. Vit minnast eisini, hvussu Jesus reis uppaftur frá deyðum og sigraði á tí ónda. Hóast hendingin er 2000 ára gomul, er hon framvegis viðkomandi fyri okkum í dag, tí hon er galdandi fyri menniskju í allari heimssøguni.

Soleiðis lýsir Meinigheitshúsið páskadagarnar, har tað eisini verður nógvur góður sangur.

Erik Nielsen hevur saman við konuni Birgitte verið trúboðari í Tanzania í 10 ár, og arbeiðir nú fyri Luthersk Mission m.a. við barnaklubbum, millum tilflytarar og við fólki, ið búgva úti á gøtuni.

Møtini verða fríggjakvøld til og við mánakvøld, og byrja hvørt kvøld kl. 18.00.

Finn tiltakið á Facebook her.

LES EISINI  Hvussu vera ein meinigheit, sum røkkur út lokalt og globalt?
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina