Páskamorgun: Alt verður kollvelt!

Kvinnurnar eru sorgarbundnar á veg út til Jesu grøv. Fyri trimum døgum síðani sóu tær sín besta vin, meistara og harra, hann, sum tær fram um øll onnur vildu vera saman við, verða krossfestan. Doyggja millum tveir brotsmenn, meðan rómverskir hermenn hildu hann fyri spott. Ræðuligt!

Eingin hevði nakrantíð fyrr talað soleiðis sum hann. Eingin hevði gjørt undur sum hann. Hjálpt sjúkum og syrgjandi, givið ikki bara teimum, men eisini deyðum lívið av nýggjum. Hann hevði givið teimum fyrigeving, frið og gleði, sum eingin annar kundi.

Steinurin rullaður frá

Og nú var hann deyður. Lagdur í grøvina hjá ríkmanninum, Jósefi úr Arimatea. Tær høvdu fylgt við, so tær vistu, hvar grøvin var. Og nú eru tær á veg út til grøvina fyri at salva meistaran við vælangandi salvum, sum siður var at gera. Vísa tí deyða sín seinasta heiður.

Men ein trupulleiki er, sum tær ikki vita, hvussu tær skulu loysa. Ein stórur steinur er rullaður fyri gravarmunnan, og tær eru ikki mentar at rulla hann frá! Hvat skuldu tær gera?

So koma tær út til grøvina og verða skelkaðar:

Steinurin er longu rullaður frá! Hvør hevur gjørt tað? Og kanska gjørt seg inn á tann deyða?

Og enn verri: Grøvin er tóm! Jesus er ikki í grøvini!

Flestu okkara hava fylgt einum av okkara kæru til gravar. Hava kanska verið við til at lata tey í líkklæðir og leggja tey í kistu. Lokið verður lagt á, tá tíðin er komin, og so gongur leiðin í kirkjuna og út á kirkjugarðin. Til nýgrivna grøv, har kistan við honum ella henni, sum vit elska, verður lorað niður, tríggir spakar av mold verða kastaðir á, síðsti sálmur sungin. Og so verður kistan dekkað til. Nógv fólk vísa samkenslu. Vælgerandi og lívgandi. Men støðugt kenna vit sakn og sorg. Tí okkara kæri er farin, okkara kæra er deyð. Med alla.

Lívið varð kollvelt

Vit vitja grøvina ofta fyrstu dagarnar. Ein góður háttur at arbeiða við sorgini. Og saknurin drívur okkum. Blómurnar eru vakrar enn, og vit vita eftir, um tær skulu hampast – tí vit vilja heiðra tann deyða.

Hvussu hevði verið, um vit, tá vit komu út á kirkjugarðin annan dagin eftir jarðarferðina, sóu, at ikki bara var moldin tikin omanav kistuni, men at eisini lokið var av, og kistan tóm?! Kunnu vit ímynda okkum tað? Hvussu skelkað vit vórðu? Høvdu vit ikki antin mist málið ella rópt við og runnið til onkran – gravaran, um hann var har – fyri at vita, hvat var hent?

Soleiðis er støðan hjá kvinnunum páskamorgun!

Teirra royndir vóru tær somu sum okkara. At einki er so vist sum tað, at tá ein er deyður, kemur hann ikki aftur.

Men páskamorgun verður lívið kollvelt! Tað ófatiliga hendir. Tað ótrúliga, sum fer langt út um alt, sum vit kunna ímynda okkum. Út um vit og skil og er í mótstríð við tær royndir, sum menniskju hava gjørt, ætt eftir ætt: Jesus, sum var krossfestur og staðfestur deyður, tá svørðið varð stungið í síðu hansara, reis upp!

Leitar eftir tí deyða, men møtir tí upprisna

Kvinnurnar høvdu upplivað, at hann sum tann einasti kallaði deyð aftur til lívs: Lásarus, sonin hjá einkjuni í Náin, lítlu dóttur herhøvdingans. Men hvussu kundi hann sjálvur koma aftur til lívið, nú hann var deyður? Eingin var, sum kundi kalla hann aftur til lívs!

Maria fer at leita eftir tí deyða Jesusi, men hon møtir tí upprisna! Nakrar av kvinnunum fara inn í grøvina og møta einum eingli, sum sigur teimum, at hann er risin upp! Tær renna heim til lærusveinarnar at bera teimum boðini. Men teir vilja ikki trúgva teimum, tí tað ber jú ikki til! Deyð eru deyð, jarðað eru jarðað og koma ikki livandi út úr grøvini aftur!

Men tað er páskamorgun! Dagurin, tá Hann, sum altíð hevur verið, er og altíð verður, brýtur deyðans vald, gevur deyðanum banastingin.

Men nú er Kristus risin upp

Í epistlinum til 2. páskadag (seinna tekstarøð, 1 Kor 15,12-20) skrivar Paulus um, at tað eru nøkur, sum siga, at uppreisn av deyðum er ikki til. Og, sigur hann: ”Rísa ikki deyð upp, tá er Kristus ikki heldur risin upp; men er Kristus ikki risin upp, tá er trúgv tykkara til einkis, tá eru tit enn í syndum tykkara… tá eru vit tey syndarligastu av øllum menniskjum. Men nú er Kristus risin upp frá deyðum sum frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur!”

Langafríggjadag gav Gud Sonin, tað kærasta, hann átti, yvir í deyðan. Hann varð knústur undir Faðirsins vreiði vegna okkara synd, sum hann bar á sær, fyri at hann skuldi rísa upp páskamorgun. Sum frumgróðurin, tann fyrsti!

Síðani skal hvør tann, sum trýr á Sonin, rísa upp lívsins morgun og liva saman við Jesusi, sigursharranum, á tí nýggju jørð, har eingin sjúka, eingin sorg, eingin grátur, eingin deyði er til!

Vit skilja hetta ikki. Tí tað er ikki fyri vit og skil, men fyri trúnna! Søkja vit Jesus og hansara orð, leggja vit oyra til páskaboðskapin, so fáa vit trúarføði, sum meira og meira sannførir okkum um, at soleiðis er! Kristus reis veruliga, likamliga, upp, kom livandi út úr síni grøv páskamorgun, fyri at tú og eg skulu ganga fram fyri Guds trónu og ævinliga gleðast saman við Harranum.

Uppreisnarvónin

Fyrr var vanligt, at fólk stóðu undir børu heima, helst í stovuni. Bæði tá mamma og seinni pápi vóru deyð, valdu vit, at tey stóðu í stovuni, til tey dagin fyri jarðarferðina vórðu borin oman í kirkjuna.  Systkinini og familjan, sum komu heim dagarnar aftaná, kundu sita í frið hjá tí deyða í tí hugnaligu stovuni.

Hesar dagar hugsaði eg meira og meira um, at tey vóru so steindeyð. Og eg longdist eftir at fáa lokið á og eftir jarðarferðini. Tí teirra lív var farið. Men eg visti, at míni foreldur vóru farin heim til  Harran Jesus, sum tey høvdu sett alt sítt álit á her á jørð. Tey lógu deyð í kistuni, men vóru livandi heima hjá Harranum!

Hetta er uppreisnarvónin. Vónin um tað æviga lívið heima hjá Harranum Jesusi, vegna Hansara uppreisn páskamorgun!

Í næstseinasta versi í 1. Korintbrævi 15 sigur Paulus: ”Men tøkk veri Gudi, sum gevur okkum sigurin við harra okkara, Jesusi Kristi!” Jesus tók okkara synd á seg, doyði okkara deyða, og í staðin gevur hann okkum sigurin: Uppreisn og ævigt lív!

Gleðiligar páskir!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina