Páskir á Børkop
Í síðstu viku hevði bíbliuskúlin í Børkop temaviku. Temaði fyri vikuna var sjálvandi páskir, og næmingarnir fingu nógv ymiskt kreativt burturúr.
– Mánadagin, týsdagin og mikudagin høvdu vit verkstøð. Vit kundu velja millum annað at skriva ein tekst, eitt lag ella ein heilan sang. Summi málaðu ella teknaðu okkurt kreativt og páskaligt, meðan onnur gjørdu film ella lósu eina bók, sum tey skuldu ummæla. Ein bólkur valdi at gera ein film, ið vísti, hvat vit øll fingu burturúr, sigur Bjarta Ásbjørnsdóttir Berthelsen, sum er næmingur á skúlanum í løtuni og fyrrverandi voluntørur hjá Trúboðanum. Umframt verkstøð, høvdu vit eisini undirvísing um teir tríggjar dagarnar, Skírisdag, Langafríggjadag og Páskadag.
Á Børkop Hojskole er vanligt, at næmingarnir fara heim í páskaferiu, men í ár varð øðrvísi. Fyri at minka um smittuvandan á skúlanum, varð mælt til at vera á skúlanum um páskirnar.
– Fríggjadagin vóru vit øll í svørtum klæðum, og páskamorgun vóru klæðini ljós og farvurík, greiðir Bjarta frá. Páskirnar eru veruliga blivnar stórar fyri mær á ein heilt øðrvísi hátt í ár.
Sí filmin omanfyri.