PODAS: Endagudstænasta og diplomhandan í Fríðrikskirkjuni

PODAS hevði endagudstænastu og diplomhandan í Fríðrikskirkjuni á Toftum mikudagin 20. mars. Ovi Brim, próstur, prædikaði.

Eisini var altargangur og forbønartænasta, har tey sum ynsktu tað, kundu koma fram til altarið og so varð biðið fyri teimum.

Bergur Debes Joensen, formaður í PODAS, handaði næmingunum eitt diplom, og floksleiðararnir fingu eisini eitt vakurt blómutyssi, sum tøkk fyri trúfesti og gott arbeiði hetta skúlaárið 2023-2024.

Teir flestu floksleiðararnir høvdu onkra uppgávu undir gudstænastuni sum t.d. inngangs- og útgangsbøn, fótatvátt, forbønartænastu o.a.

Eftir gudstænastuna vóru øll boðin til ein góðan døgurða á Hotel Runavík.

LES EISINI  Ein hugnalig løta
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina