‘PODAS fyri øll’ byrjar í januar 2018

Nú bjóðar PODAS aftur undirvísing um landið – til øll áhugaði í Klaksvík, Tórshavn, Gøtu, Miðvági og á Sandi. Vilt tú vita meira um tað grundleggjandi í kristindóminum, so er hetta kanska nakað fyri teg!

PODAS er ein kristin lærusveinaskúli, ið er bygdur á evangeliskt-lutherskt grundarlag. Undirvísing er 2 tímar um vikuna í 4 mánaðir – frá januar til apríl. Tað eru bæði prestar og leikfólk, sum undirvísa um innihaldið í kristnu trúnni. 

Hetta er 10. árið hjá PODAS Ekklesias í Føroyum. Á grikskum merkir PODAS “føtur”. Eitt kristið menniskja situr við Jesu føtur og er ælað at tæna við næstans føtur. Ekklesias merkir “kirkja”, so PODAS vil tað, sum fremur Guds kirkju. Nøkur hundrað menniskju í øllum aldri hava tikið lut í PODAS-skúlanum her á landi – og kynsbýtið hevur verið javnt. 

Fyrireikararnir siga, at ‘PODAS fyri øll’ bjóða góða undirvísing, viðkomandi tilfar og hugnaligan felagsskap. Skúlin nýtir heimskendu “Livsvigtige spørgsmål” eftir Nicky Gumbel, Nýggja Sáttmálan og annað føroyskt tilfar.

LES EISINI  Enn eitt PODAS ár endað, við gudstænastu í Vestkirkjuni

Øll frá 14 ára aldri eru hjartaliga vælkomin at vera við – tann ivandi og og tann, sum ynskir at vita meira. 

HVAR OG NÆR Í 2018

  • Á Skúlatrøð í Klaksvík mánakvøld kl. 19.00-21.00 frá 15. januar
    • Leiðari: Rannvá Langgaard
  • Vesturkirkjan í Tórshavn týskvøld kl. 17.00-19.00 frá 16. januar
    • Leiðarar: Randi Joensen og Derhard Jógvansson
  • Gøtu kirkja týskvøld kl. 19.00-21.00 frá 16. januar.
    • Leiðarar: Oddmar og Ester Kjelnæ við Korkusá og Sonny Dalheim
  • Miðvágs Missiónshús hóskvøld kl. 19.00-21.00 frá 18. januar
    • Leiðarar: Richard Johansen og Regin Johannesen
  • Sands Skúli hóskvøld kl. 19.00-21.00 frá 18 januar
    • Leiðarar: Svanhild Vidtfeldt og Petur Poulsen

TILMELDING

Send teldupost til Berg D. Joensen, sóknarprest, bergur@kirkjan.fo.

Upplýs fult navn, starv, føðingardag, fartelefonnr. og teldupostadressu.  

Skráin

18. jan.  Hvussu kann eg trúgva

25. jan.  Hví, og hvussu skal eg biðja?

01. feb.  Hví, og hvussu skal eg lesa í Bíbliuni? 

17. feb.  Podas fyri øll-dagur í Meinigheitshúsinum í Havn (kl. 12-16)

  • Er meira í lívinum enn tú trýrt?
  • Hvør er Jesus?
  • Hví doyði Jesus? 
LES EISINI  Norðoyðingar vitja Suðuroynna í vikuskiftinum

08. feb.  Hvat ger og hvussu leiðir Heilagi Andin

15. feb.  Hvussu við kirkjuni?

22. feb.  Faðir vár

01. mar. 10 boðini: 1.-4. boð

08. mar. 10 boðini: 5.-10. boð

15. mar. Gud Faðir, Sonur og Heilagur Andi

10. mar Podas fyri øll-dagur í Meinigheitshúsinum í Havn (kl. 12-16)

  • Lóg og evangeliið
  • Komið higar til mín!
  • Hvussu kann eg vera vísur í míni trúgv

22. mar. Hvussu standi eg ímóti tí ónda?

Páskafrí

05. apr.  Altarborðið

12. apr.  Dópurin

19. apr.  Hví og hvussu skal eg siga tað fyri øðrum?

26. apr.  Hvussu kann eg fáa mest burturúr lívi mínum?

02. mai  PODAS-endagudstænasta og diplomhandan

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina