Poddvarp: Føsta hjálpir okkum at sansa kristna boðskapin

Annað poddkastið hjá Trúboðanum úr Studio Nesvík snýr seg um at fasta og føstutíðina. Gestir eru Jóhan Petur Johannesen í Havn, Dagny Højgaard á Tvøroyri og Ovi Brim á Nesi, Eysturoy. Áhugaverda prátið kemur millum annað inn á tað at fasta frá mati ella øðrum, hví, hvat og hvussu, eins og tað serliga við føstutíðini millum føstulávint og páskir.

Føsta er ein innbjóðing frá Gudi um signingar, sum bíða okkum. Føsta hevur eitt andligt endamál. Føsta hongur saman við bøn. Føsta hjálpir okkum ikki bert at skilja, men eisini at sansa kristna boðskapin. Jesus og Bíblian ganga út frá, at vit fasta. Í gerandisresi okkara hava vit brúk fyri at koma eitt sindur burtur frá og bara vera saman við Gudi. Tú fært ikki tíð til tað, tú mást taka tær tíð til tað. Føsta snýr seg ikki einans um tað innara lívið, men eisini um at tæna næstanum. Hetta og mangt annað kemur fram í prátinum.

LES EISINI  Samrøða við Jóannes Finnson: Eitt umvent kultursjokk at koma heim
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina