Poddvarp: Er Fólkakirkjan í einari kreppu?

Er Fólkakirkjan í einari kreppu? Meðan tey liberalu tosa um, at tey konservativu hava fingið ov nógv vald, brýtur ein bólkur av konservativum frá kirkjuni, millum annað tí tey meina, at kirkjan er ov liberal. Hvussu finna vit savningarmegi í eini fólkakirkju, har tað sær út til, at pólarnir flyta seg longur og longur vekk frá hvørjum øðrum? 

Hendan spurning seta vit Hans-Ole Bækgaard. Sum formaður fyri Indre Mission í Danmark hevur hann sítt dagliga arbeiði á stríðsvøllinum millum kirkjuligu vengurnar. Og sæð frá hansara stóli er eisini ein vegur frameftir fyri tí føroysku fólkakirkjuna.

Vertur er Carsten Fonsdal Mikkelsen.

LES EISINI  Tekningarfreistin til PODAS longd nakrar dagar
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina