Pól Johannessen vitjar seinnapartskaffi í Vági

Seinnapartskaffi í Meinigheitshúsinum í Vági mikudagin. Pól Johannessen, ið starvast sum trúboðari, vitjar til seinnapartskaffi í Meinigheitshúsinum í Vági mikudagin. Pól ið er úr Hvannasundi, men býr í Klaksvík, kemur at greiða frá álvarsligum ferðsluóhappi omanfyri Syðrugøtu, hann var við í fyri stórum ári síðan. Pól kemur at vísa myndir og tosa um avleiddar sjúkur og ávirkan, tað at koma fyri seg, deyða og fyrigeving. Hann hevur greitt frá ymsastaðni í Føroyum og nú liggur leiðin so til Vágs, har øll eru vælkomin til seinnapartskaffi í Meinigheitshúsinum mikudagin frá kl. 16-17.30 og tað er ókeypis. Aftaná verður boðið til kaffi og kaku.

Meinigheitshúsið í Vági

LES EISINI  Café og árasøla í Meinigheitshúsinum í Vági í kvøld
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina