Pornonýtsla hjá teimum ungu
Ein nýggj kanning, sum felagsskapurin Tro & Medier í Noregi, hevur gjørt, vísir, at pornonýtslan millum kristnar ungar menn er ógvuliga vanlig og ein trupulleiki. Kanningin, sum varð gjørd í mars 2025 við 1.015 luttakarum, vísir greitt, at hetta er ein stórur trupulleiki, sum ávirkar trúarlívið hjá tí einstaka og hin kristna felagsskapin.
Kanningin
Meira enn helvtin (51%) av kristnum monnum yvir 16 ár siga seg hava hugt eftir porno á netinum.
- 23% av hesum eru virknir brúkarar, sum síggja porno minst einaferð um vikuna.
- Millum kvinnurnar eru tølini ávikavist 15% og 2%.
- Í ættarliðnum Z (fødd 1997–2012), hava 75% av kristnum monnum sæð porno, og 45% eru virknir brúkarar.
- 30% av kristnum kvinnum í sama aldursbólki hava hugt eftir porno.
Trúgv og siðir hava týdning
Kanningin vísir eisini, at tey, ið lesa Bíbliuna regluliga, biðja ofta og luttaka í kristnum felagsskapi, hava nógv lægri nýtslu av pornografi. Hesi hava eisini greiðari etisk mørk og síggja pornografi sum nakað, ið skaðar bæði einstaklingin og sambandið við Gud.
Skomm og atkoma
Jarle Haugland, leiðari í Tro & Medier, sigur: “Hetta er álvarsamt, men ikki óvæntað. Pornografi er lætt at fáa fatur á, og nógv hava ikki lært at standa ímóti freistingini. Samstundis kenna fólk seg ofta einsamøll og kenna skomm, tá ið tey stríðast við hetta – og tað fær tey ofta at halda seg burtur frá tí andaliga felagsskapinum, heldur enn at søkja sær hjálp.”
Eitt kall til samrøðu
Haugland heitir á kristnar leiðarar og felagsskapir um at tosa opið við tey ungu um trupulleikan: “Vit mugu tosa um hetta – ikki við fordøming, men við umsorgan, kærleika og vilja at hjálpa. Vit mugu skipa rúm, har menniskju tora at viðganga sínar trupulleikar og fáa hjálp og stuðul.”
Hugburður til Bíbliuna
Ein onnur áhugaverd niðurstøða í kanningini er hugburðurin hjá teimum ungu til Bíbliuna, og hvussu ofta tey lesa í Bíbliuni og biðja.
– Um tú metir Bíbliuna vera sera týdningarmikla fyri, hvussu tú livir lívið sum kristin, so ávirkar tað tín hugburð og tína nýtslu av porno. Er Bíblian einans ein bók, sum líkist øllum øðrum bókum, ella geva vit henni myndugleika í okkara lívi? Har síggja vit stóran mun. Tað er ein avbjóðing at læra tey ungu at hava álit á Bíbliuna, sum Guds heilaga orð og myndugleika.
Ynskja broytingar
Í kanningini siga fleiri enn 80%, at tey ynskja broytingar, og millum tey yngstu siga fleiri enn 90%, at tey ynskja broytingar. “At so mong ung ynskja broytingar hesum viðvíkjandi er jaligt,” sigur Jarle Haugland, leiðari í Tro & Medier.
Eisini í Føroyum
Eingin kanning av slíkum slag hevur verið í Føroyum. Uttan iva er hetta eisini ein trupulleiki millum tey ungu í Føroyum, og tí eiga ungdómsleiðarar og onnur at tosa við tey ungu og vegleiða tey. Tað er eingin loyna, at porno er bindandi, og kann geva eina skeiklaða mynd av kynslívinum og kynsligum sambondum.
Les meira um evnið her.