Prestur í Beirut sigur frá hending, sum bjargaði nógvum mannalívum undan ógvisligu spreinginini 4. aug.

Tá ógvisliga spreingingin hendi í havnalagnum í Beirut, tætt við kristnu kirkjuna, skuldi kirkjan sum vanligt verið full av fólki. Men ístaðin var kirkjan tóm orsaka av, at presturin Saseed Deeb nakrar tímar áðrenn, kendi seg fullkomuliga sannførdan um, uttan at vita hví, at hann skuldi senda øll, sum vóru í kirkjuni, heim. Á rásini Sat7-Arabic sigur hann soleiðis frá síni guddómligu áminning, sum bjargaði kirkjuliðinum.

”Loftið var rapa niður, glasi frá vindeygunum vóru blást frá einum veggi til annan, alt innan veggja var oyðilagt og kroyst saman. Um børnini ella nakar annar høvdu verið har – høvdu tey ikki yvirliva” sigur Saeed Deeb.

Undir eini serligari samrøðu á skránni ”You are not alone” greiðir prestur frá, at fyrr henda sama dagin, vóru nógv fólk savnaði í kirkjuni. Tey vóru komin saman fyri at biðja, hava bíbliu undirvísing fyri børnum, matgerða til heimleys og flóttafólkafamiljur í umráðnum. Men prestur kendi á sær órógv og at alt ikki var í lagi.

”Henda dagin kendi eg hjarta sera tungt og eg var stúrin,” minnist hann. ”Eg kendi á mær at vit vóru øll sera troytt og at vit máttu steingja tíðliga”. Hetta var ein undarlig og óvanlig kensla. Eg kendi at vit øll áttu at fara heim fyri at hvíla” Prestur greiðir frá, at hann ivaðist í um hann gjørdi rætt við at fylgja sínum kenslum. ”Men eg hugsaði, at hvíldin kemur frá Harranum. Harrin ynskir at vit skulu hvíla” So drivin av heilaga andans áminning “far, far, far”,  sendi hann øll heim.

Tað vóru 200 børn og 34 starvsfólk í kirkjuni, tá alt virksemið og ætlanir fyri restina av degnum vóru avlýstar. ”Eg skundaði undir tey at fara heim, samstundis sum kenslan eg hevði bleiv sterkari og sterkari. Eg bað tey um at fara heim at hvíla og ikki koma aftur fyrr enn sunnudagin.” Tá nøkur av starvsfólkunum drálaðu við at fara, sløkti prestur teldurnar fyri tey.

Eftir spreingingina sama kvøldi, fór hann aftur til kirkjuna, ígjøgnum rapaðar bygningar og oyðileggingar, øsku og royk og eina oyðilagda kirkju. Avgerð hansara, leiddur av heilaga andanum, bjargaði kirkjuliðinum.

Saeed Deeb sigur seg trúgva, at hann sjálvur varð bjargaður av einari guddómligari forsjón. Hann hevði sjálvur eina avtalu niðri á havnalagnum hetta sama kvøldi sum spreingingin hendi, men var av einum vini bjóðaður og yvitalaður til at eta døgurða heima hjá honum ístaðin. Soleiðis bjargaði hann sjálvur esini lívinum.

Í sendingini ”You are not alone”, stuðlar hann hyggjarum í Libanon, øllum sum yvirlivdu, at hava trúgv og at venda sær til Harran. ”Hálova honum og gev honum pláss í lívi tykkara. Hann sum sigur: ”Eg eri við tykkum” Hann gloymir okkum ikki. Sjálvt um útlitini eru døpur og partur av hveitiskurðinum er burtur, missi ikki mótið.”

Eftir vanlukkuna, sendi Saeed Deeb boð út til sýriska flóttafólki og trongdu familjurnar, sum kirkjan varðar av, at neyðsynjarvørður framvegis koma at vera bornar út sum vanligt.

”Vit plagdu at deila 200 matpakkar út áðrenn spreingingina, dagin eftir lótu vit 700. Vit rudda við aðrari hondini og geva fólki føði við hinari. Og soleiðis fara vit at halda áfram.”

Kelda Sat7 leystliga umsett