Próvtøkur, verkfall og rættvísi
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Nú er tíðin tá tey ungu ganga til próvtøku og skulu vísa hvat tey duga. Hóast próvtøkur ofta eru órættvísar, so er ein samanhangur í millum úrslit og dugnasemi.
Í meðan tey ungu ganga til próvtøkur eru tey ynsktu heima. Tey sleppa ikki á stovn, tí at pedagogfelagið er farið í verkfall. Eitt av endamálunum við verkfallinum er fáa ein rættvísari samanhang í millum arbeiði og løn.
Tað liggur djúpt í okkum, at próvtal, løn og annað skal standa mát við førleikar og avrik. Vit brúka eisini ofta orðingina “rætt skal vera rætt”.
Hetta er ein av orsøkunum til, at fleiri ikki kunnu taka kristindómin fyri fult. Í staðin fyri “rætt skal vera rætt” so skal “náði ganga fyri rætt”. Vit verða frelst av náði, ikki vegna avrik (Ef 2, 8-9). Jesus segði at hóast ymisku bønarmenninir í víngarðinum ikki høvdu líka langan arbeiðsdag, so skuldu allir fáa somu løn (Matt 20,1-16). Hetta er órættvíst. Og tað verður ikki betri tá nepotisma, ella kenningapolitikkur eisini verður avdúkaður. Nýggja testamentið lærir okkum at tey, sum vilja vera Guds børn, fáa ein stóran arv. (Rom 8,17).
Tað er sera umráðandi at vit kristnu skilja og góðtaka hetta órættvísi. Guds ríki er ikki ein løn fyri gott arbeiði. Tað er ein arvur, sum vit kunnu fáa, uttan at hava hann uppibornan.
Tá tað er sagt, mugu vit eisini ásanna at í Bíbliuni eru fleiri dualitetir og paradoksir. Gud er ein og tríggir. Jesus var Gud og menniskja samstundis. Bíblian er Guds orð og menniskja orð samstundis. Í Guds ríki fáa vit ikki løn afturfyri at arbeiða, men um vit eru Guds børn, so skulu vit arbeiða. Bíblian gevur nógvastaðni boð um at arbeiða. Enntá sigur Jákup at trúgv uttan gerningar er deyð (Ják 2,17).
Vit verða enntá biðin um at arbeiða uppá okkara egnu frelsu (Fil 2,12). Næsta versið sigur okkum at tað kunnu vit, tí at tað er Gud, sum arbeiðir í okkum. Hetta minnir um músina og elefantin, sum gingu yvir um eina brúgv. Meðan tey ganga sigur músin: “á, sum vit larma”. Vit skulu arbeiða uppá okkara frelsu, tí at tað er Gud, sum arbeiðir í okkum.
í verðsligum samanhangi fáa vit próvtøl fyri dugnasemi og løn eftir avriki. Tað kalla vit rættvíst. Í kristindómi er tað øðrvísi. Vit byrja við at fáa 12 og síðan skulu vit læra at liva. Vit byrja við at fáa fulla løn og síðan skulu vit til arbeiðis. Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst (1. Joh 4,19).