Rafif heldur jól uttan pápa sín

Jólini eru tíðin á árinum, har familjur savnast og hugnin breiðir seg. Soleiðis er tað eisini hjá 11 ára gamla Rafif – burtursæð frá tí, at tað altíð manglar ein rundan um borðið jólaaftan.

Tá mamma Rafif gekk við Rafif varð pápi hennara dripin í einum bumbuálopi. Hann var ávegis til arbeiðis í lítla handli sínum beint við universitetið í Mosul. Hann legði merki til ein bumba var løgd tætt við parkeringsplássið uttanfyri universitetið. Júst har, sum lesandi kristin frá bygdunum verða sett av tá tey skulu í skúla.

“Tá hann sá bumbuna rann hann móti bussunum. Hann rópti á bussførarnar um at steðga, tí annars doyðu teir”, fortelur Rafif um søguna, sum hon hevur hoyrt fleiri hundrað ferðir.

Bussførarnir hoyrdu Raddif og steðgaðu bussunum. Av somu orsøk doyði ongin av teimum ungu lesandi, sum annars var ætlanin hjá teimum, ið stóðu fyri álopinum. Ístaðin mátti Radif gjalda við sínum egna lívi.

LES EISINI  Soleiðis sær nýggjasti World Watch List út

Hóast Rafif ikki náddi at møta pápa sínum, so er minni um hann týdningarmikið. Í stovuni stendur ein jólakrubba við Jósef, Mariu og lítla Jesubarninum í krubbuni, sum hevur ein serligan týdning.

“Pápi mín hevur gjørt krubbuna,” greiðir Rafif frá, “Eg havi aldrin møtt honum, men tá vit seta krubbuna fram hvørt ár, so kennist tað sum um hann er her.”

Pínan um ikki at hava ein pápa hevur fylt nógv hjá Rafif.

“Eg sakni pápa mín – serliga tá eg hoyra mínar vinir greiða frá um teirra pápar. Eg havi spurt Gud, hví hann tók pápa mín frá mær,” fortelur Rafif.”

Open Doors hjálpir børnnum sum Rafif og vinum hennara. Í samstarvi við lokalar samstarvsfelagar syrgja vit millum annað fyri traumaviðgerð og undirvísing í kristni.

“Vit fortelja børnunum bíbliusøgu og gera ymsar aktivitetir, har tey sjálvi gerast ein partur av søgunum. Um vit ikki geva børnunum andaligan stuðul, so koma tey ikki igjøgnum tað líðing, sum tey hava upplivað,” fortelur Moshriq, sum er leiðari í kirkjuni har Rafif gongur.

LES EISINI  Í minsta lagi 14 kristin dripin í kirkju í Burkina Faso í gjár

Gjøgnum undirvísingina í kristni hevur Rafif lært, at tað eru menniskju í Bíbliuni, sum bjarga øðrum – eins og pápi hennara gjørdi.

“Tað eru søgur í bíbliuni, har mennisku bjarga øðrum. Tá eg hoyri tær søgurnar, so hugsi eg: ‘ Tað er mín pápi! Hann doyði eisini fyri onnur eins og hesu menniskju í bíbliuni,” fortelur Rafif spent.

Undirvísingin hevur eisini hjálpt Rafif at skilja tað týdningarmiklasta, sum hon kemur at læra:

“Tað týdningarmesta eg havi lært er, at Gud er altíð hjá mær. Hann fer aldrin frá mær”

Kelda: opendoors.dk

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina