Regin trúboðari í 25 ár

Regin Høgnesen í Leirvík hevur verið trúboðari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í 25 ár. Hann byrjaði í starvi tann 1. februar 1992, og frammanundan hevði hann verið frítíðartrúboðari í hálvtannað ár.

Regin, sum verður 70 ár fyrsta dagin, fekk á samkomu í Leguhúsinum í Nesvík blómur handaðar í sambandi við dagin.