Regnið
Hugleiðing frá Torgeir Petersen
Eg spældi mær við tankan um at fara ein rennitúr. Men regnið forðaði mær. Fyri lítlari løtu síðani var tað turt, og sólstrálurnar vóru at síggja, men nú skolar regnið oman eftir vegunum.
Tað, sum sá út til at vera upplagt veður at renna í, er nú heldur vorðið eitt høvi til at halda fram við at lesa bókina, sum eg var farin í holt við – og gloyma alt um rennitúrin.
Eg lesi ein kapittul, meðan eg njóti ein kaffimunn. Eg klári tó ikki heilt at hugsavna meg. Orsøkin er, at eg øsi meg inná, at kilometrarnir, sum eg eftir ætlan skuldi renna í dag, mugu bíða. Eg hyggi út og síggi regnið, regnið sum forðaði rennitúrinum.
Í allari øsing, klári eg onkursvegna kortini at síggja tað vakra í regninum. Tí uttan regnið, sá eg ikki vøkru trøini hjá grannanum, ei heldur kundi eg notið kaffikoppin, sum eg haldi í hondini, ja, eg kundi í roynd og veru ikki livað uttan regnið.
Eg síggi nú meiningina við regninum. Regnið er har fyri at tæna einum størri endamáli. Endamálið hjá regninum er ikki at forða mínum rennitúri men at gera tað møguligt at liva. Regnið hevur eitt endamál.
Eg spyrji meg sjálvan, havi eg eitt endamál? Eg undrist eina løtu. Kann tað vera, at ein skapari stendur aftanfyri mítt endamál? Kann tað vera, at eins og regnið er skapt til eitt endamál, at eg somuleiðis eri skaptur til eitt endamál?
Eg komi í tankar um, tá eg var í missiónshúsinum Tabor í síðstu viku. Tá legði eg merki til eitt skriftstað, sum hekk á vegginum. Har stóð: “Sí Guds lambið, sum ber synd heimsins” (Jóh 1,29). Er tað Guds lambið, altso Jesus, sum eg skal síggja fyri at finna mítt endamál?
Nú minnist eg brádliga allar søgurnar, sum mær eru fortaldar gjøgnum ár og dag. Søgurnar um tann upprisna Jesus. Jesus, sum læt seg doyggja á krossinum fyri allar mínar syndir, so at eg, við trúgv á hann, kann liva ævigt saman við honum.
Er tað stóra endamálið við lívinum at liva ævigt? At liva í felagskapi við tann upprisna Jesus, sum segði: “Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr?” (Jóh 11,25)
Eg havi ikki áður kent meg so lítlan í mun til regnið – tað skapar eina undran. Eg velji nú at trúgva. Brúka trúnna á Gud, sum ein lykil at tulka veruleikan uppá. Tað sær út til at eg, eins og regnið, havi eitt endamál; at tæna skaparanum.
Eg tømi kaffikoppin, hyggi út aftur, síggi regnið eina seinastu ferð og hugsi við mær sjálvum: ja, sanniliga vitnar skaparverkið um skaparan!