Rótleyst og stúrið ættarlið

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Sjálvsvirðiskensla, rótloysi, ørkymlan og stúrni. Hetta eru bara nøkur av teimum orðum, sum ein bólkum av ungum føroyingum og dønum saman, nýttu, tá ið eg bað tey lýsa sítt egna ættarlið við einum orði. Orðini eru neyvan vald av tilvild. Ung í Vesturheiminum siga seg óttast og at tey stríðast við sítt egna sjálvsvirði.

Ein kann væl undrast. Vit liva jú sum í einum paradísi her á jørðini. Húsini og bilarnir eru størri og fjálgari. Góðar útbúgvingar. Vit kunna keypa nýmótans, dygdargóð klæði og hava atgongd til nýggjastu tøknina, ið ger lívið lættari og fjálgari. Vit hava meiri pening um hendi enn nakrantíð. Ja, landið hevur ráð at bora tunlar, har tørvur er.

Materialisman hevur á mangan hátt verið okkum gagnlig. Sum heild borin av kristnum virðum, Gud hevur litið okkum upp í hendur. Peningurin, vit vunnu, gjørdi okkum før fyri at basa sjúkum, hjálpa fátækum og at leingja um lívið hjá okkum og øðrum. Hetta er okkum bæði virðismikið og gott.

Men, alt tað góða sum vit kunnu keypa er vorðið eitt friðskjól hjá okkum. Har finna vit okkara eydnu.

Óttast ikki at leggja eina ókenda framtíð í hendurnar á einum kendum Gudi.
Corrie ten Boom

Vit eru vorðin so bundin at øllum teimum lutum og upplivingum, okkum varð unnað, at vit ikki kunnu ímynda okkum, hvussu vit kunnu klára dagin og vegin uttan hesi. Tí eru alt hetta góða vorði ein ringur harri í okkara lívi. Tað, sum varð givið okkum sum signingar, er vorðið ein banning, sum dagliga tyngir okkum. Óttin fyri at missa, óttin fyri ikki at strekka til, óttin fyri tí dagliga og framtíð jarðarinnar. Hvørja einastu signing, Gud gav okkum, hava vit gjørt sum bústað fyri egnari eydnu; og vit vita, at um signingin gleppur okkum av hondum, er alt farið fyri bakka.

LES EISINI  Reidar úr Ålesund – ein forbiðjari

Vit liva í einum paradísi, og vit hava livað har so leingi, at vit als ikki gáa um tað. Mangan duga vit so illa at takka fyri allar tær góðu gávur, okkum vórðu givnar.

Eydnuleiðin heldur fram. Ein nýggj iPhone, eitt rimmar døgurðaborð; tunnil til Suðuroyar. Eingin setur nakran spurning um nyttuna, hví vit hava tørv á hesum ella, hvat hetta ger við okkum sum menniskju, um hetta verður veruleiki, fyri at nevna okkurt á leiðini. Vit sita eins og føst í eydnunnar friðsæla hjóli. Signingin er vorðin ein friðartreyt, frælsi og eydna. Tær eru okkara fasta borg.

Ein betri grund

Ímeðan gloyma vit alt um góðu grundina, vit byggja á. Vit skilja veruliga ikki alt, sum høvundin av Hebrearabrævinum skrivar, tá hann sigur:

”Tí at bæði høvdu tit samkenslu við fangunum og tóku tit tað við gleði, at ognir tykkara vórðu rændar frá tykkum, við tað, at tit vistu, at tit sjálvir áttu eina betri og varandi ogn.”

Hebr 10,34

Hetta varð skrivað í einum tíðarskeiði, tá tey kristnu høvdu teirra ríkidømi í nøkrum, ið ikki mátti gleppa teimum av hondum. Um tú misti bilin, húsini, arbeiðið, vinir og alt annað, tú átti, so eigur ein og hvør kristin støðugt ein dýrgrip í Himlinum. Tað var fyri alt tað, eisini á Jesu tíð ein ungur maður, ið fór syrgin burtur frá Jesusi, tí hann kundi ikki siga frá sær allar tær signingar, hann átti. Hann skilti ikki, tað, Jesus meinti við, ”at tann, ið vil bjarga lívi sínum, skal missa tað; men tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal finna tað.” (Matt 16,25) At treytin fyri at finna lívið, er at geva seg allan til Jesus: ”At sæl eru tey í andanum fátæku, tí at himmiríkið er teirra. ” At tað, ið umræður, er at byggja lív sítt á Jesus Kristus: ”Men søkið fyrst Guds ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða givið tykkum umframt. (Matt 6,33)

LES EISINI  Hvat við hinum 166???

Eydnuleiðin

Okkara eydnuheim hvílir í náðini, Kristus hevur givið okkum. Tað er ikki at finna í smáum ella stórum lutum, vit kunna keypa. Ongastaðni finna vit størri eydnu enn í tí veruleika, at vit eru elskað av Gudi. Eg eri tryggur í hondum hansara, og tað er størri enn sklerosa, ið av og á tyngir meg. Sjúkan kann gera av við meg; men eg eigi nakað, ið er betri enn hetta. Eg eigi ein dýrgrip í Himlinum. Menniskju kunna avbyrgja meg á sosialu miðlunum, men eg eigi ein vin, ið eingin kann taka frá mær.

Eg kann missa alt, og tó standa eftir, sum heimsins ríkasti maður; tí Guds náði móti mær veitir mær skjól um stormarnir leika í lívi mínum. Hesin er friður mín, ja eydna mín; tí nakað er, eg bara eigi, tá hugur og vilji frá mær víkja og eg einans síggi teg, Jesus Kristus!

At trúgva er at takka,
Guds vegur náði er;
um bratt tað ber um bakka,
við tøkk tó dagur fer.

At trúgva er at halda
í hendur frelsarans
og lata andan valda
á leið til himnalands.

Úr MS: nr 502

H.D. Joensen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina