Rudda upp!

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Í hesum døgum hevur verið umhvørvisvika. Tiltøk av øllum møguligum slag vórðu gjørd runt um í kommununi fyri skúlar, stovnar og tílíkt, har tað varð varpað ljós á minni nýtslu av streymi og hita, dálking og grønan hugburð sum heild. Lagt varð upp til at ganga, súkkla ella brúka bussar heldur enn at øll koyra í hvør sínum bili. Børn og vaksin fingu trø heim við at planta í urtagarðin. Skipað varð fyri upprudding runt um í bygdum øki og so framvegis. Hetta er veruliga eitt gott átak.

Tá nú várið er uppá sítt hægsta, alt útiøkið er ruddað og urtagarðarnir so litfagrir, tá hevur man ikki hug at trína inn um sína egnu gátt og síggja alt óruddið, ið hevur hópað seg upp innandura. Nógv er, ið man yvir longri tíð ”burdi farið” at gjørt, men ikki fekk tikið seg saman til. Men tá nú alt er blivið so nossligt uttandura, fær man eisini hug til at fríðka um inni hjá sær sjálvum. Og allarhelst er nokk at tríva í.

At vinda seg sjálvan í gongd til at rudda upp er ofta trekt arbeiði; man skal veruliga taka seg saman. Serliga tá nógv órudd hevur hópað seg upp, kennist tað møtimikið at fara í holtur við. Man sær bara teir mongu tímarnar og stríðið, ið liggja fyri framman. Men tá tað so er yvirstaðið, tá hvør krókur er reinsaður út, og tú veitst, at alt dust er burturbeint, so er tað ein so ómetaliga góð kensla. Man er móður, men tað er ein deilig møði, og tú gleðist um tað góða og reina umhvørvið, tú ert í.

Vit menniskju hava eisini lætt við at fylla okkum sjálv við óruddi. Hetta er tá okkara egnu tankar, orð og gerðir fara at fylla í okkum sum nakað neiligt, sum tyngir okkum onkursvegna, so vit ikki fáa hvílt okkum fyri øllum ”óruddinum” í sinninum. Til tíðir hevur hetta lyndi til at blíva rúgvumikið. Okkara ringu tankar blíva til orð, sum víðari blíva til gerðir. Hetta ger okkum kedd og óð, og ringa lagið skumpar okkum longur út í fleiri neiligar hendingar. At enda hava vit ringa samvitsku um fleiri ting. Neiligur hugburður og hvassar viðmerkingar tykjast venda aftur dag eftir dag. Kanska koma vit til at sára fólk rundan um okkum, øsa onnur upp, og vit taka alt nær, ið verður sagt við stálhandska. Vit vita væl, at vit eru komin í eina keðiliga legu, men megna ikki altíð ella beinanvegin at koma burturúr henni. Men longri tíð, ið gongur, verri er tað at manna seg upp at gera nakað við tað. Men gera vit einki við tað, so byggist ein knútur upp innan í okkum, ið bara strammast meira og meira, til vit ikki klára at loysa hann uppaftur.

Rudda út í allari hesi tungu vektini, tú bert. Tá tú hevur gjørt onkran keddan, bið so um fyrigeving. Tá onkur biður teg orsaka, fyrigev teimum so. Um onkur talar ilsliga við teg, svara aftur við einum smíli. Um onkur misskiljing er komin í, tosið saman. Lat vera við at venda bakið til ein annan, kanska hann hevur brúk fyri at loysa upp fyri onkrum. Hugsa tær, um Jesus vendi tær bakið, tá tú komst til hansara í tíni neyð?

Jütta Reynslág, Argir