Sáðtíð og heystingartíð (2015)

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Tá ið Nóa og familja hansara komu út úr ørkini, gav Gud eitt lyfti: ”Meðan jørðin stendur, skal sáðtíð og heystingartíð, frost og hiti, summar og vetur, dagur og nátt ikki svitast.” (1 Mós 8,22).

Onkur hevur kanska hug at mótmæla, nú vit merkja veðurlagsbroytingar upp á egnan kropp. Ongantíð fyrr hevur summarið á evropeiska meginlandinum verið so heitt, meðan vit í Føroyum og í Norðurhøvum annars hava havt eitt metkalt summar. Gróðurin hevur verið lítil, tað hevur verið kølið og illfýsið. Og nú slaktið er fyri, sæst tað hjá summum eisini aftur á vektini.

Í farnu viku náddu vit aftur veturnætur. Tá byrjar alt lív av álvara at følna og doyggja. Flestu flytifuglarnir eru longu farnir.

Heystið. Ein tann mest spældi sangurin í kringvarpi okkara fyri tíðina er nýtulkingin hjá Sakarisi av gamla ´slagaranum’ hjá Judy og Óla. Orsakað av hesum lagnum, men eisini av illfýsna veðrinum, ið dukar á rútin, rennur mær alt hetta um heystið til hugs. Sáðtíð og heystingartíð, segði Gud við Nóa. Ja, nú heysta vit tað, sum vit sáddu í vár. Sumt ber góðan ávøkst, og annað ikki.

Herfyri gróvu vit eitt deytt træ upp úr urtagarðinum. Vit bíðaðu í fjørsummar og alt summarið í ár, men har kom einki lív í. Nú varð tað so grivið upp við rót og beint burtur. Júst sum í líknilsinum um víntræið og greinarnar.

Hóast skiftandi árstíðir, er okkara lív enn vár. Vit sáa og væta. Gud gevur vøkst. Men eins og í náttúruni, kemur heystið einaferð. Og tey munnu ikki vera so fá, sum gjørdust bilsin av, hvussu skjótt árini gingu. Martin Joensen hevur fest hesa kensluna á blað í sanginum ”So ganga míni ár”. Har sigur hann, at ”í morgin var í gjár. Og heystið bankar á mín rút. So ganga míni ár.”

Um heystið fæst ávøksturin at síggja. Var væl sáað? Vóru vit trúgv í tí minsta? Brúka vit okkara evni og gávur til Guds æru? Hvussu brúka vit okkara tíð? Bóru vit ávøkst? Alt kemur fram.

Hetta er helst ein ræðandi tanki, tí vit vilja ikki, at alt skal koma fram. Tað er altíð okkurt, sum ikki tolir dagsins ljós.

Men er lív okkara fjalt í Jesusi, tolir alt at koma fram. Og tað eru tey góðu tíðindini! Vit kunnu óttaleys møta heystinum, trúgva vit á Jesus. Men tað skal ikki vera ein sovipúta. Vit mugu til arbeiðis. ”Arbeið, tí náttin kemur…” segði Lowell Mason, her í týðing Jákup Dahls. Og fleiri við honum hava merkt álvarsemið í hesum sama:

”Klokkan slær, tíðin fer,
ævin endaleys fyri er;
latum oss tí nýta hvørja stund,
Harranum tæna av hjartans grund,
so finna vegin vit heim!”

Hesi fáu, men beinraknu orð festi H. Agerbek á blað, og Símun av Skarði føroyskaði. Vit skulu enda við orðunum hjá Jesusi sjálvum:

”…hann segði við teir: ”Akurskurðurin er mikil, men arbeiðismenninir eru fáir. Biðið tí hann, sum akurskurðin eigur, at hann vil senda út arbeiðisfólk at heysta inn skurðin.” (Luk 10,2).

 Elinborg Osvaldsdóttir, Syðrugøtu