Sætta jólahaldið í KFUM & K í Klaksvík

Eins og í KFUK í Havn, verður aftur í ár skipað fyri jólaaftanshaldi í KFUM & K í Klaksvík fyri tey, ið ikki hava nakran at halda jól saman við. Seinastu fimm árini hevur Pól Johannessen, trúboðari, saman við familju síni, skipað fyri jólaaftanshaldinum, men í ár eru tað hjúnini Dagny Miðskarð & Finn Anthoniussen, sum skipa fyri.

– Vit halda, at Pól og familjan hava gjørt eitt stórt arbeiði í fleiri ár, og hesaferð bjóðaðu vit okkum fram, tí tað ger einki, um fleiri í meinigheitini skiftast um at røkja hesa tænastuna, sigur Dagny.

Skráin verður tann sama sum undanfarin ár.

– Byrjað verður kl. 18, og vit fáa ein góðan jóladøgurða við øllum, sum hoyrir til. Aftur í ár eru tað fólk í KFUM & K, sum koma við øllum tí ymiska matinum og tilhoyrinum. Á skránni verður annars ymiskt hugnaligt. Jólaevangeliið verður lisið, vit syngja jólasálmar saman, dansa um jólatræið, hava spurnarkapping og øll fáa jólapakka, sigur Dagny.

LES EISINI  Lestur til annan sunnudag í advent

Í fjør vóru 13 fólk tilsamans, tá trúboðarin og familjan eru tald við.

Til ber at boða frá luttøku fram til fríggjadagin á telefon 580859.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina