Saman í bøn – mánakvøldið í Sandavági

Komandi mánakvøld 17. november kl. 19:00 verður felags bønarkvøld í Meinigheitshúsinum í Sandavági fyri alla rørsluna.

Átakið Saman í bøn byrjaði í vár, tá Heimamissiónin legði fram nýggja strategi, ið millum annað inniber at samla rørsluna kring landið í bøn. Tí hava vit felags bønarmøtir hvønn ársfjórðing, har vit ferðast kring landið, har øll eru boðin við til bøn fyri okkara landi og fólki, og at evangeliið má náa út til ónáddu fólkasløgini.

Í vár varð bønarkvøld í missiónshúsinum á Glyvrum, í august mánað var tað í missiónshúsinum á Sandi, og hesuferð verður tað í Sandavági.

Vit vóna, at missiónsfólk úr øllum landinum vilja taka væl undir við hesum sera týðandi átaki og ganga undan í at vera ein biðjandi rørsla. Og at tit vilja lýsa við hesum á møtum tykkara komandi sunnudag, so at so mong sum gjørligt møta upp til tiltakið. 

Saman í bøn í 2026

Í komandi ári verða bønarmøtir hildin hvønn ársfjórðing, bæði norðanfjørðs og í Suðuroynni.

  • 9. februar – Vágs missiónshús
  • 16. februar – Leirvíkar missiónshús
  • 18. mai – Meinigheitshúsið á Skála og Missiónshúsið á Tvøroyri
  • 24. august – Meinigheitshúsið í Havn og Missiónshúsið í Sumba
  • 16. november – KFUM-K í Klaksvík og Missiónshúsið í Porkeri
LES EISINI  Bíbliutímin og bønin hava alstóran týdning

Harrin sigur í 2. Krýnikubók 7,14: 
Um fólk mítt, sum navn mítt er nevnt yvir, tá bønandi fellur á knæ og søkir ásjón mína og víkur frá vándu vegum sínum, tá vil eg bønhoyra tey á himni og fyrigeva syndir teirra og grøða land teirra.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina