Samkoma fyri fráfarnum starvsfólkum

Í sambandi við at Regin Høgnesen og Gullak Hansen, trúboðarar, fyri stuttum gjørdust 70 ár og fóru úr løntum starvi, og Marjan Nielsen, barna- og familjuráðgevi, eisini er farin úr løntum starvi, verður samkoma í Leguhúsinum í Nesvík, flaggdagin 25. apríl frá klokkan 14.00 til 16.00.

Øll eru hjartaliga vælkomin.