Samla pening til Ukraina
Komandi sunnudagur 27. mars er miðføstu sunnudagur. Árliga siðvenjan er, at henda sunnudagin gongur talvan fyri Neyðhjálp fólkakirkjunnar.
Neyðhjálpin varð stovnað í 1922 og hevur sostatt 100 ár á baki. Í ár fer peningurin til hjálpararbeiðið í Ukraina.
Stiftið umsitur hesar konto til Neyðhjálp fólkakirkjunnar: 6460 – 405.473.5 og 9181 – 498.945.9
Vælkomin at stuðla.
biskupur