Samrøðan við Jesus skapti tryggleika – sjálvt í ódnarveðrið 

-Eg havi verið sjómaður alt mítt vaksna lív. Lívið umborð á skipunum fyrr, var mangan strævið og hættisligt. Tá var tað vælsignað at kunna tørna inn, biðja til Jesus og leggja seg og skipið í hendur hansara. Tá sovnaði eg trygt, sjálvt í ódnarveðri,

Bæði foreldruni vóru tilvitandi um kristnu trúnna. Tað merkti heimið í Mikladali, og harvið tey trý systkini, sum vuksu upp har. Mamman átti eina livandi trúgv á Jesus, og tá hon fór í song, endaði hon dagin á knæ við songarstokkin, har familjan og tað, sum fylti hugað og sinnið, varð nevnt fyri Jesusi.
Soleiðis minnist 78 ára gamli mikladalsmaðurin, Absalon Olsen, tíðina í barnaheiminum.
Í mong ár hevur hann nú verði búsitandi á Hafnafjørðinum í Íslandi, men vitjar javnan barnaheimið í Mikladali.

-Tað var mest mamma, sum ávirkaði okkum kristiliga. Hon læs og bað saman við okkum og fyri okkum, og bað okkum koma við í kirkju og á møti. Pápi trúði eisini á Jesus, men var ikki kristiliga virkin, sum mamma. Tá mamma gjørdist sjúk og doyði, bara 54 ára gomul, ávirkaði tað trúðarlívið hjá pápa, sum bleiv meiri livandi í trúnni, um tað kann sigast soleiðis, sigur hann.

LES EISINI  Jesus hevur verið trúgvur – eisini í mótgongdini, sigur 100 ára gamla Lena Joensen

-Trúnna á Jesus, sum eg fekk inn við móðurmjólkini, hava eg átt síðani eg var barn. Trúgvin hevur ikki altíð verið sterk og sjónlig, men hon hevur verið har. Tað hevur ávirkað meg soleiðis, at eg alt lívið dagliga havi biðið til Jesus, frelsara mín, sigur Absalon.

-Eg havi verið sjómaður alt mítt vaksna lív. Lívið umborð á skipunum fyrr, var mangan strævið og hættisligt. Tá var tað vælsignað at kunna tørna inn, biðja til Jesus og leggja seg og skipið í hendur hansara. Tá sovnaði eg trygt, sjálvt í ódnarveðri, sigur hann.

-Fyri umleið 40 árum síðani hevði eg eitt serstakt upplivilsi í koyggjuni umborð á íslendskum trolara. Eg hevði biðið mína kvøldbøn og Faðir vár. Tá kom Jesus mær serliga nær við sínum vælsignaða friði. Síðani tá havi eg verið glaðari og fríari í trúnni, sigur Absalon.

-Hesi mongu árini havi eg ikki vitnað alment um Jesus. Í samskiftið við fólk, duldi eg tó ikki fyri, at eg trúði á Jesus. Fyri umleið 10 árum síðani vitnaði eg fyri fyrstu ferð alment á einum møtið. Tað var á Ørkini í Reykjavík, og síðani havi eg vitnað har av og á, sigur hann.

LES EISINI  Gluggin við Petur Jákup Sigvardsen (3. partur)

-Hóast eg hvørki kann seta dag, mánað, ella ár á, nær eg kom til trúgv á Jesus, sum nøkur kunna, tí eg altíð havi trúð á hann; so er tað mest umráðandi, at eg, og øll onnur, dagliga liva í sambandi við Jesus, syndara vin og frelsara, sigur Absalon Olsen.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina