Opið heim og tú fært vitjan av Jesusi

Síðstu árini hava tað verið bønaløtur í ymiskum heimum í vikuni undan missiónsvikuni á Toftum. Ein listi verður hongdur upp í Tabor, har fólk kunnu skriva seg uppá til at bjóða inn til bønaløtu, sum er klokkan 21. Fleiri heim hava bjóðað inn og lýst verður á heimasíðuni og á Facebook, hvør bjóðar inn.

Ein teirra sum bjóðaði inn hesa vikuna er Fríði Dam.

Men hví bjóðar hann inn til bønaløtu?

Tá ið eg sá listan, og sá at ongin hevði skrivað seg uppá til týskvøldið, skrivaði eg meg upp. Eg vildi fegin bjóða inn og leggja hús til bønaløtuna, tí bøn er umráðandi hjá teimum kristnu. Uppmøtingin var góð, tí vit vóru 14, sigur hann.

-Hvussu umráðandi er bøn?

Hon er sera umráðandi, og tað bæði í kristna lívinum og í missiónsarbeiðinum. At liva sum kristin og at arbeiða í Guds ríki við egnari megi, gagnar einki, tí “um Harrin ikki húsið byggir, tá til einkis smiðirnir starva”. Sl.127. Tí má Guds kraft virka í lívið og arbeiðið, sigur Fríði.

LES EISINI  Gluggin við Jógvani Friðriksson (1/4)

Tá vit leggja okkurt í Guds hendur, so liggur tað væl. Tað gera vit við bøn. Bøn er umráðandi fyri tann einstaka kristna, fyri heimini og fyri meinigheitina. Tá vit bjóða fólki inn í heim okkara, bjóða vit samstundis Jesusi inn. Tað er bæði gott og neyðugt, sigur hann.

Um vit hava eitt heim ella bústað, er tað ein Guds gáva. Gud vil, at vit skulu verða gestablíð. Tað krevur nakað av húsfólkunum, men tað gevur meiri, enn tað krevur. Fólk eru glað fyri at verða bjóðaði inn, og tað signar heimið og stimbrar felagsskapin í meinigheitini. Vit skulu tæna Gudi við øllum hann hevur givið okkum, eisini heimið, sigur Fríði Dam.

Skrivað: Torleif Johannesen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina