Sanggudstænasta á Viðareiði sunnudagin

Sunnudagin kl. 17 verður serlig sanggudstænasta í Viðareiðis kirkju. Dentur verður lagdur á sang, og sungnir verða nakrir av góðu sálmum okkara, nýggir sum eldri. Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Jákup Erlingsson Petersen, sum skipar fyri. Í oktober og november er Jákup virkandi sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi, meðan Jóannes Purkhús er í lestrarfarloyvi.

LES EISINI  Hugnalig og gevandi sanggudstænasta
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina