Sangur: Juni
“Nú kom so Kristi árstíð” syngja tey í hesum vakra sangi, ið er ein takkarsangur til Guds fyri skaparverk hansara og summarið, ið stundar til. Tað gamla er farið og nakað nýtt er vorðið til. Dagny Fonsdal Højgaard hava gjørt upptøkurnar, ið eru skornar til á Trúboðanum.
Visti tú? Størstiparturin av tónleikinum, vit varpa út á Trúboðanum, eru privatar upptøkur tiknar upp við eini heilt vanligari snildfon. Á Trúboðanum fegnast vit um at fáa hesar upptøkur og vit móttaka fegin fleiri sang-og tónleikaupptøkur av kristnum slag. Hava tit eitthvørt hugskot, hjálpa vit fegin at seta saman og skera upptøkurnar til. Sendið upptøkurnar til eitt driv – ella nýtið t.d. WeTransfer.com, og sendið so eina leinkju av upptøkuni til trubodin@mission.fo
JUNI
Sangur: Beinta Ingeborg Greve & Borgfríð Fonsdal Johannesen
Klaver: Julia Fonsdal Højgaard
Orð: Lisbeth Smedegaard Andersen
Lag: Páll Sólstein
Týðing: Nicolina Dahl