Sannroyndirnar um Jesu uppreisn III – Paulus og Jákup vendu brádliga um eftir Jesu uppreisn
Hetta er tann sætta av átta greinum um prógv fyri Jesu uppreisn. Hetta er samstundis triðja grein um sannroyndirnar um Jesu uppreisn.
Seinast greiddi eg frá, at lærusveinarnir trúðu, at Jesus reis upp frá deyðum og sýndi seg fyri teimum. Men finnast aðrar sannroyndir, ið stuðla hesum uppáhaldi? Tær tríggjar sannroyndirnar, sum eg fari at viðgera her og í næstu grein, kunnu síggjast sum eitt savn av sannroyndum, ið stuðla uppreisnartrúnni hjá lærusveinunum (Habermas & Licona 2004: 62).
Paulus broyttist brádliga
Hvat er orsøkin til, at meinsøkjarin, Paulus, gjørdist ein kristin trúboðari? Hetta lýsir hann sjálvur í brøvum sínum til samkomurnar í Korint, Galatalandi og Filippi.[1] Hansara fíggindskapur mótvegis teimum kristnu og hansara umvending verða eisini lýst í Ápostlasøguni.[2] Harumframt sær tað eisini út til, at tíðindini um broytingina hjá Paulusi hava verið í umferð í Júdea stutt eftir hansara umvending. Paulus sipar nevniliga til hetta í Galatabrævinum 1,22-23: ”Men persónliga var eg tá ókunnigur hjá hinum kristnu kirkjuliðunum í Júdeu. Tey høvdu bert frætt sum tíðindi: ’Hann, sum áður søkti at okkum, boðar nú gleðiboðskapin um ta trúgv, sum hann áður vildi oyða út.’”
Sostatt finnast fleiri óheftar keldur, ið staðfesta fíggindskapin hjá Paulusi mótvegis teimum kristnu og hansara umvending: vitnisburðurin hjá Paulusi sjálvum, frásøgnin hjá Lukasi í Ápostlasøguni og tíðindini, sum vóru í umferð millum tey kristnu í Júdea.
Bæði Lukas og Paulus sjálvur leggja dent á, at umvendingin hendi, tí at Paulus trúði, at hann hevði møtt hin upprisna Jesus.
Og av tí at Paulus var ein meinsøkjari, tá ið hetta hendi, so kann ein eisini siga, at vit hava vitnisburðar viðvíkjandi Jesu uppreisn bæði frá kirkjunnar vinum og fíggindum (ibid.: 65).
Teir flestu granskararnir eru samdir um, at Paulus var sannførdur um, at hann hevði møtt hinum upprisna Jesusi. Men trúgvin hjá Paulusi er ikki eitt prógv uppá uppreisnina. Útfrá brøvunum hjá Paulusi og Ápostlasøguni kunnu vit kortini undirstrika, at Paulus broyttist frá at vera ein meinsøkjari til at vera ein kristin trúboðari, tí at hann var sannførdur um, at hann hevði møtt hinum upprisna Jesusi. Henda niðurstøðan verður stuðlað av vitnisburðum, sum vórðu bornir fram tíðliga í tíðini, teir vóru fleiri í tali og frá fyrstu hond (Licona 2010: 399-400).
Jákup, bróðir Jesusar, broyttist brádliga
Sambært evangeliunum hevði Jesus bæði brøður og systrar. Beiggjarnir verða nevndir við navni: Jákup, Jósef, Símun og Judas.[3] Josefus nevnir eisini Jákup, bróðir Jesusar (Josefus 1987: 538). Harumframt verður Jákup eisini nevndur, tá Paulus átalar Pætur í Antiokia. Her skrivar Paulus: ”Tí at áðrenn tað komu nakrir frá Jákupi, át hann saman við heidningunum; men tá ið teir komu, aftraði hann seg og skildi seg frá teimum, av ótta fyri teimum, sum hildu fast við umskeringina” (Gal 2,12). Hesi sendiboðini frá Jákupi benda á, at Jákup hevur havt ein leiðandi sess millum tey kristnu í Jerusalem. Hendingin í Antiokia varð síðani tikin upp aftur á ápostlafundinum í Jerusalem: ”Og tá ið teir vóru lidnir at tala, tók Jákup til orða og segði: ’Góðu menn og brøður, hoyrið meg! Símun hevur greitt frá, hvussu Gud í fyrstuni hevði umhugsan um at taka navni sínum eitt fólk millum heidninganna…Tí haldi eg, at ikki eigur at verða tyngt um hjá teimum, sum av heidningunum venda um til Guds; men at tað eigur at verða skrivað til teirra, at teir skulu halda seg frá allari óreinsan av skurðgudum og frá hordómi og frá tí, sum er kvalt, og frá blóði’” (Áps 15,13-14.19-20). Eisini hetta bendir á, at Jákup hevur havt ein leiðandi sess millum tey kristnu í Jerusalem.
Í ljósinum frá søguligu upplýsingunum kunnu vit staðfesta, at Jákup, bróðir Jesusar, gjørdist kristin, tí at eisini hann var sannførdur um, at hann hevði hitt hin upprisna Jesus.
Ein kann náa fram til hesa niðurstøðu, tí at:
- Evangeliini boða frá, at beiggjarnir hjá Jesusi, har ímillum Jákup, ikki trúðu á Jesus, áðrenn hann varð krossfestur (Mark 3,21; Jóh 7,5).
- Traditiónin í Fyrra Korintbrævinum boðar frá, at Jesus sýndi seg fyri Jákupi: ”Aftan á tað varð hann sæddur av Jákupi” (1 Kor 15,7).
- Seinni verður Jákup kendur sum ein leiðari millum tey kristnu í Jerusalem (Áps 15,12-21; Gal 1,19).
- Hann var enntá so sannførdur viðvíkjandi Jesusi og hansara uppreisn, at hann doyði sum pínslarváttur vegna sína trúgv. Hansara pínsla og deyði verða millum annað eisini váttað av Josefusi: ”…hann [høvuðspresturin] kallaði hægsta ráð saman og førdi fram fyri ráðið Jákup, bróður Jesusar, hin sokallaða Messias, og nakrar aðrar menn, sum hann ákærdi fyri at hava brotið lógina, og sum hann gav upp til at verða grýttir við steini” (Josefus endurgivin av Gustavsson 2000: 121, mín týðing).
Sostatt verða pínsla og deyði Jákups staðfest bæði av kristnum og ikki-kristnum keldum. Tær bíbilsku tilvísingarnar omanfyri leggja harafturat dent á, at tað finnast fleiri vitnisburðar um umvending Jákups, sum hava tikið seg upp tíðliga. Jákup er altso enn eitt dømi um ein skeptikara, sum vendir um til kristna trúgv vegna tað, sum hann skilti sum eitt møti við hin upprisna Jesus.
Keldur
Gustavsson, Stefan. 2000. Med god grund. København: Credo Forlag.
Habermas, Gary R. & Michael R. Licona. 2004. The Case for the Resurrection of Jesus. Grand Rapids, MI: Kregel Publications.
Josefus, Flavius. 1987. The Works of Josephus: Complete and Unabridged. Umsett av William Whiston. Peabody: Hendrickson.
Licona, Michael R. 2010. The Resurrection of Jesus: A New Historiographical Approach. Downers Grove, IL: InterVarsity Press.
Fótnotur
[1] Gal 1,12-16.22-23; 1 Kor 15,9-10; Fil 3,6-7.
[2] Áps 7,58; 8,1-3; 22,1-5; 26,4-5.9-11.
[3] Matt 13,55-56; Mark 6,3.