Sat7 heitir á bøn fyri Miðeystri og Norður Afrika

Sat7 minnir okkum á fyribønir fyri teimum mongu sárbaru og líðandi bólkunum í Miðeystri og Norður Afrika

Ímeðan fleiri lond runt heimin spakuliga byrja at lata samfeløgini uppaftur, økjast fylgjurnar av Covit-19, í londum í Miðeystri sum td. í Libanon, Saudi Arabia og Egyptalandi. Sat7 gongur tørvinum hjá mongum av teimum sárbaru bólkunum á møti, sum standa yvirfyri vaksandi avbjóðingum, har farsóttin heldur áfram at spreiða seg.

Hóast varisliga upplating, hava bæði Libanon og Saudi Arabia verið noydd til at latið aftur, fyri at avmarka vaksandi smittuspaðing.

Allur heimurin kemur at vera merktur av drúgvum avleiðingum av farsóttini, eftir linking av núverandi reglum. Umframt teimum trupuleikum og avbjóðingum sum fólki í Miðeystri og Norður Afrika dagliga standa í, so mugu tey nú eisini stríðast við óttanum og fíggjarligu avleiðingunum, orsaka av farsóttini.

Henda støðan leggur nógvar ymiskar sárbarar bólkar eftir seg. Bólkar sum flóttar, fólk við sálarligum trupuleikum, harðskapsoffur,  og milliónum av tímaløntum arbeiðarum við ótryggari framtíð.

Sat7 rásirnar varpa ljós á hesar bólkar og royna at hjálpa har tað er gjørligt.

Sat7-arabic sendir skránna ”Tú ert ikki einsa-møll/mallur”, sum er ein beinleiðis sending, har hyggjarnir kunnu seta seg beinleiðis í samband við vertirnar á sjónvarpsrásini. Á henda hátt hevur rásin fingið samband við hyggjarar og hjálpt familjum við at yvirliva álvarsamar umstøður.

LES EISINI  Hóast avbyrging: Av Guðs náði elska vit Jesus

Abdel, frá Sýria, hevur búðleikast sum flótti á ferð, saman við familjuni síðan 2012. Sjónvarpstoymið spurdi hann, um hann var bangin fyri børnum sínum. ”Undan koronakreppuni óttaðust vit altíð fyri, um tey komu at fáa nakra útbúgving, men nú hetta virussið herjar, eru vit dupult so bangin, nú óttast vit eisini fyri teirra heilsu. Eg veit ikki hvar vit skuldu fari við teimum, um nakar av teimum bleiv sjúkur” sigur hann.

Abdel er arbeiðsleysur. Eingin kemur at sóttreinsa tjøldini, har tey búgva og eingin kemur á vitjan frá heilsuverkinum, fyri at kanna teirra støðu. Tey halda seg mest inni í tjaldinum, tá frástøða annars ikki er ein møguleiki í flóttarleguni.

Nýliga tosaði sendingin ”Tú ert ikki einsamøll” við Sonju frá Libanon, Sonja er hýruvognsførari og mamma at tveimum sjúkum børnum, sum ávíkavist  eru sjúk av krabbameini og epilepsi. Sonja ringdi til beinleiðis sendingina, fyri at kæra sína neyð og stríð, sum hon hevði havt, síðan landið stongdi landamørkini og fór niður í ferð.

LES EISINI  Filmsbrot: SAT-7 sunnudagsskúlin í Nesvík 28. apríl

Av tí at Sonja var einsamøll um at breyðføða alla familjuna, setti hon lívið í váða sum forsyrgjari. Hon hevði onki internet, so hon fór inn til nábúgvan fyri at lána teldu og ígjøgnum skype, at seta seg í samband við Sat7, har hon greiddi frá teirra støðu. Eftir at hava sæð samrøðuna við Sonju, sendi presturin Magdy Alawy, stovnari av kristnari samkomu í Libanon, neyðhjálp til Sonju og alla familjuna.

Hundratals iranar ringja inn til beinleiðis sendingar  hjá Sat7-Pars ”Signal”, har tosa verður á persiskum máli. Tey ynskja at luta teirra upplivingar, hvussu stóra ávirkan og hjálp bønir og fyribønir hava í eini tíð við stórum fíggjarligum avbjóðingum.

”Vit eru sera takksom fyri tykkara bønir sum tit deila við okkum, vit hava verðunliga brúk fyri at biðja í hesum døgum fyri at vera styrkt. Hvat skuldu vit gjørt, um vit ikki høvdu Jesus Kristus at vent okkum til?” spyr ein hyggjari. ”Vit síggja menniskju við nógvari pínu, ótta og vreiði. Maður mín er gøtuseljari men er arbeiðsleysur í løtuni. Vit liva ikki í óreglusemi men í trúgv og vit hava ongantíð verið neyðstødd. Vit biðja eisini fryi øllum hinum.”

LES EISINI  Forbøn

Ringt er at hjálpa teimum við avbjóðandi tørvi sum, trygd ímóti harðskapi í heiminum og við viðgerð ímóti tunglyndi, orsaka av strongum leiðreglum og skerjingum í hesi tíð.

Í sendingini ”Frá hjarta til hjarta”, stimbrar ráðgevin Jessy Thome hyggjarum til at taka sær væl av teirra egnu familjum og ikki tileinkisgera ella taka broddin av teirra ørkymlan.

”Nøkur menniskju koma hartil í lívinum, at tey ikki orka tað vaksandi pínuna orsaka av trupuleikum og fylgjandi ósigrum. Hugsunarháttur teirra gert óveruleikakendur og eingin vegleiðing er til teirra. Eingin kann hjálpa øðrum tí øll drukna. Talið av uppringingum til beinleiðis sendingina um misbrúk, har fólk biður um hjálp, er nú 200% hægri enn áðrenn Covit-19 og fíggjarligu trupuleikarnar í Libanon. Vit skulu vera ansin og leggja merki til tey sum eru tyngd av ørkymlan, vreiði og tunglyndi fyri at hjálpa teimum, tí nógv av teimum eru ikki før fyri at hjálpa sær sjálvum.” sigur Tohme.

Lati okkum biðja fyri hesum sárbaru bólkum, har lívið er ótrygt nú farsóttin herjar.

Kelda: Sat7, leystliga umsett           

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina