Stórmøtini: Høvi til persónligt prát og/ella forbøn
Undir Stórmøtunum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í høllini á Hálsi í Havn um vikuskiftið, verður sum vant høvi at fara til síðis í eitt høli fyri seg og fáa eitt persónligt prát í trúnaði. Tað kann vera um alt tað, sum liggur einum á hjarta. Fólkini, sum taka ímóti, hava tagnarskyldu, og tey kunnu eisini biðja fyri einum. Hetta tilboð verður á skránni undir øllum kvøldmøtunum.
Skráin fyri stórmøtini í ár er annars henda:
FRÍGGJADAGUR
Kl. 19.30 Stórmøti
Torleif Johannesen talar: “Hvørjum renni eg eftir?”
T.O.S. framførir
Juniortiltak fyri børn í skúlaaldri (vit byrja saman í høllini)
Barnaansing fyri børn undir skúlaaldur í kaféini
Høvi verður at lata ein gávu til Heimamissiónsungdóm
Drekkamunnur verður aftaná
Kl. 22.00 Ungdómsløta
Símun P. Jacobsen talar
Lovsangsløta
English Translation
LEYGARDAGUR
Kl. 13.00 Áhugatími: “Tekin um endatíðina” v/ Bergi D. Joensen
Kl. 19.30 Stórmøti
Kristian Martin Petersen talar: “Men tá teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus einsamallan”
Bólkurin Tabitha syngur
Barnaansing fyri børn í skúlaaldri í høllini hjá Fimi (vit byrja saman í høllini á Hálsi)
Barnaansing fyri børn undir skúlaaldur í kaféini
Høvi verður at lata eina gávu til Leguhúsið í Nesvík
Expo (arbeiðsgreinar hjá Heimamissiónini og aðrir felagsskapir sýna fram)
Drekkamunnur verður aftaná
Kl. 22.00 Ungdómsløta
Ovi Brim talar
Lovsangsløta
English Translation
SUNNUDAGUR
Kl. 11.00 Gudstænastur í økinum
Kl. 15.00 Simbahitt
Ann Mari E. Kjølbro hevur eitt orð
Kórið frá Sangfagnaðinum syngur
Høvi verður at lata eina gávu til SIMBA
Nátturði verður aftaná
Kl. 18.00 Stórmøti
Alfred Petersen talar: “Mín frið gevi eg tykkum”
Gospelkórið Vox syngur
Filmssýning fyri børn í skúlaaldri (vit byrja saman í høllini)
Barnaansing fyri børn undir skúlaaldur í kaféini
Teknmálstulkur
Høvi verður at lata eina gávu til Heimamissiónina
Annað:
Øll møtini verða stroymað á trubodin.fo
Iktus og Lindin taka upp og senda
Kringvarpið tekur upp sunnukvøldið
English Translation
Kringvarpið tekur upp sunnukvøldið