Um tú vilt verða nøgdur. Lít tá ikki aftur um bak

“Hví? Hví? Hví?” Teir, eftir øllum at døma, endaleysu spurningarnir frá einum 3 ára gomlum barni roynir av og á okkara tol. Men sjálvt í hesum løtum frøast vit, tí spurningarnir avdúka eitt vakt forvitni eftir at vita, hvussu heimurin hongur saman. Og tað at spyrja hví um heimin er ikki bert tilskilað børnum – nei, tað er fyri øll menniskju í øllum aldri at spyrja, tí forvitnið hjá tí skapta peikar til Skaparan.

Men hví’ini eru ikki altíð av tí góða, serliga ikki, tá tey peika aftureftir heldur enn frameftir. Tað er hetta, Orðið í Prædikaranum vísur á:

Sig ikki: »Hvussu ber tað til, at hinir fyrru dagarnir vóru betri enn hesir?« Tí at tað er ikki av vísdómi, at tú spyrt um tað.” Præd.7,10

Tað at líta aftureftir, tað er nakað, vit øll eru freistað at gera av og á. Vit grunda um okkurt, vit einaferð høvdu-heilsu, framgongd, ríkidømi, eitt samband, ið nú er mist, kanska fyri altíð. Men ofta líta vit aftur um bak, ikki eftir einum hvørjum stórum missi, men heldur til eitt tíðarskeið, ið gekk betur enn nú

Kanska njóta vit ikki vinalagið í dag so sum vit gjørdi tað fyrr, ella hjúnalagið hevur ikki givið okkum ta eydnuna, ið vit høvdu tráað eftir. Tá lívið nú manglar eitthvørt, tá ætlanir ikki gingu soleiðis, sum vit høvdu vónað, tá vórðu vit freistað til at líta afturum, og um vit gera hetta ov leingi, so kunnu vit vera í vanda fyri veruliga at fara aftureftir.

Ynskið at kunna fara aftur

Tað at hugsavna seg um, hvat vit høvdu heldur enn, hvat vit hava er ónøgdsemi og at vera misnøgdur, og tá ónøgdsemi fær festi í okkara hjørtum, so fara vit at ivast: Kanska skuldi eg kortini ikki verið farin. Kanska skuldi eg heldur vent aftur. Vit gerast nærum ør eftir at endurvinna ta tíð í lívi okkara, ið gekk væl.

” Tað at hugsavna seg um, hvat vit høvdu heldur enn, hvat vit hava, er ónøgdsemi”

Sjálvandi er tað kortini rætta svarið at fara aftureftir av og á: tað er møguliga rætt at flyta aftur, fáa eina lækkan í tign,  ella at taka okkurt av okkara ská. Vit kunnu leita okkum vegleiðing í orði Guds og út frá gudsóttandi ráðgevum at gera av, um tað er tað. Men oftari enn ikki, er tað ikki svarið. Og sama, hvør orsøkin er, til at vit broyttu støðuna, so eru vit har, vit eru vegna forsjón Guds. “Mansins hjarta upphugsar veg sín, men Harrin stýrir hans fetum.” Orðt.16,9 Hvørt núverandi umstøður okkara eru úrslit av klókum ella býttisligum ætlanum, so byrjar vegurin aftur til gleðina og eydnuna ikki við at pakka viðføri okkara.


Tráanin at fara aftur til løtur við størri gleði og eydnu stavar ofta frá lutum, vit mangla – øktir møguleikar at tæna Gudi, meir nøktandi starv, hægri lívsgóðsku, inniligari menniskjalig sambond. Ella rætt og slætt, vit eru ónøgd, og tað er júst tað, ið noyðir okkum til at leita eftir tí mista lutinum ella menniskjanum.

Leitandi eftir onkrum betri

Men sannleikin er tann, at tað altíð manglar okkurt, og tað fer tað altíð at gera, til vit einaferð verða heima í dýrdini. Góðtaka vit ikki henda veruleikan, fara vit mest sannlíkt at royna og tráa eftir at fáa og hava alt, tí – soleiðis hugsa vit – um vit ikki hava alt, so hava vit ikki enn funnið fram til, hvar Gud vil hava okkum til at vera. So rýma vit úr einum staði, einum heimi, eini kirkju, einum forholdi – til frama fyri eitt annað í vónini eftir onkrum eitt lítið sindur betur, meira nøktandi, meira skræddaraseymað til tann persónin, eg eri júst nú í mínum lívi.

Nøgdsemi er ógjørligt, til vit góðtaka, at Gud ikki leiðir fet okkara til framgongd í verðsligum viðurskiftum. Alt Gud ger í lívi okkara, hevur eitt yvirskipað mál: At fáa okkum at hálova Honum og gleðast í Honum í allar ævir.

Tá vit fata henda sannleikan – úr skilinum í høvdi og alla leiðina niður í hjarta okkara – so gerst nøgdsemi ein lívsstílur, nakað ið eyðkennir okkum sum menniskju. Hvør undurfull gleði er tað tá ikki at kunna síggja og sanna, at nøgdsemi finst júst her, eg eri nú og her!

At liva í Nøgdsemi júst Her og Nú

Sama hvat førdi okkum higar til okkara núverandi umstøður, sama, hvat vit mistu í farna tíðarskeiði, so kunnu vit takka Gudi fyri vísu forsjón hansara at leiða okkum her, vit júst nú eru, eisini hóast vit til tíðir kunnu hava ilt við at síggja, hvat mál hansara er við okkum. Vit kunnu tá biðja, “Takk Gud, at eg eri á hesum staði, í hesum starvi, í hesum hjúnalagi av grundum, eg ikki eri førur at skilja, sum virka til mítt æviga góða og sum fer at sýna tína dýrd.”

” Nøgdsemi er ógjørligt, til vit góðtaka, at Gud ikki leiðir fet okkara til framgongd í verðsligum viðurskiftum.”

Sostatt kunnu vit lata fortíðina vera í fortíðini. Nøgdsemið – tað slagið, ið ger okkum før fyri at njóta signingar dagsins og liva uttan tey, ið vanta – hevur rættiliga lítið við okkara kringumstøður at gera, men alt at gera við okkara samband við Kristus. Í honum kunnu vit lata fortíðina fara. Í honum kunnu vit liva nøgd og glað í løtuni. Og í honum kunnu vit frøast og síggja fram til eina undurfulla framtíð í dýrd.
TGC: Høvundur. Lydia Brownback

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina