Endiliga!

Tá landið varð rakt av Koronu og at kalla steðgaði heilt upp í mars 2020 gjørdist ein av mest grundleggjandi siðvenjum hjá Heimamissiónini millum fyrstu offrini, sum vórðu rakt. Hugsað verður sjálvandi um tær mongu missiónsvikurnar, sum ættarlið eftir ættarlið hava havt so stóran týdning fyri viðurskifti menniskjans við Kristus. Og hesi seinastu nærum tvey árini, har Korona-virussið hevur herjað hjá okkum og um allan heimin, hava bert fáar missiónsvikur verið hildnar sum vanligt.

Men loksins sær út til, at vend er komin í. Fleiri støð síggjast aftur møguleikar at fremja missiónsvikurnar eftir vanligum leisti. Í síðstu viku varð missiónsvika hildin í Leirvík og í hesu vikuni verða missiónsvikur hildnar í bæði Kollafirði og Fuglafirði.

Eisini á Skála er missiónsvika júst nú. Tær byrjaðu týskvøldið, har Árni Jacobsen úr Leirvík boðaði Guds orð, meðan Jóhan Edward Fuglø vitnaði við sangi og tónleiki. Á videobrotinum ber til at hoyra ein av hansara songum.

Bæði á Skála og í Kollafirði halda møtini fram til og við sunnudag. Í Thabor í Fuglafirði byrjar missiónsvikan í kvøld kl.18:30 við juniormøti og seinni kl.20:30 verður ungdómsmøti.