Missiónsvika á Skála

GÓÐ TÍÐINDI!
Nú er hon aftur her, okkara árliga missiónsvika í Meinigheitshúsinum; har vit gleðiligasavnast til góðan felagsskap við Orði, sangi og hugna; har vit fáa áfylling til at liva og atverða ljós í okkara gerandisdegi, bæði heima og úti, og – mest umráðandi av øllum – at koma
at kenna okkara himmalska Faðir, ið førir leiðina til teir ævigu bústaðir.

Týsdagin 1. februar – Møti kl. 19.00
Árni Jacobsen talar
Jóhan Edward Fuglø syngur

Mikudagin 2. februar – Møti kl. 19.00
Annelisa Rasmussen talar
Elsa Fonsdal Mikkelsen syngur

Hósdagin 3. februar – Møti kl. 19.00
Frits Thomsen talar
Systkini av Skála syngja

Fíggjadagin 4. februar – Møti kl. 19.00
Pól Johannesen talar
Jan Jacobsen syngur

Leygardagin 5. februar – Møti kl. 19.00
Carsten Fonsdal Mikkelsen talar
Joan Niclassen v/fam. syngja

Leygardagin 5. februar – Ungdómsmøti kl. 21.30
Jóhannus Mikkelsen talar
Borgfríð Fonsdal Johannesen syngur
Pitsa verður at fáa aftaná møtið

LES EISINI  Missiónsvikan 2023 í Kvívík

Sunnudagin 6. februar – Altargudstænasta kl. 11.00
Símun Persson Jacobsen, prestur

Sunnudagin 6. februar – Møti kl. 18.00
Símun Persson Jacobsen talar
Magni Christiansen syngur
Innsavnan verður til Meinigheitshúsið

Drekkamuður verður at fáa aftaná møtini.

Møguleiki er fyri forbøn aftaná møtini í vikuskiftinum

Bønarløta er 1/2 tíma, áðrenn møtini byrja

“Til frælsis hevur Kristus fríað okkum”
Gal. 5, 1a.

Tiltøk í Meinigheitshúsinum á Skála:
Juniormøti hósdagar kl. 19.00
Ungdómsmøti leygardagar kl. 20.00
Sunnudagsskúli sunnudagar í kirkjuni kl. 11.00
Møti sunnudagar kl. 18.00

Meinigheitshúsið á facebook:
“Junior á skála” (facebook-bólkur)
“Ungdómsmøti í Skála Meinigheitshúsið”
“Sunnudagsskulin Á Skála”
“Meinigheitshúsið á Skála”
Vælkomin á missiónsviku!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina