Wokeness – úlvur í seyðaklæðum
Tað ljóðar væl. Ja, enntá bíbilskt! Og kortini er okkurt púra galið. Talan er um wokeness, sum er ein berandi liður í rákinum í tíðini vit liva. Hvat er tað, og hví eiga vit sum trúgvandi at taka heilt greiða frástøðu frá wokeness og áhaldandi royndunum at koma inn í kirkjur og samkomur?
Allar fyrst mugu vit skilja hvat wokeness merkir. Beinleiðis umsett merkir tað at vera vakin. At vera “woke” er at vera vakin, at gáa eftir og virkið reagera ímóti órættvísi í samfelagnum. Her er serliga talan um órættvísi ímillum kyn, rasu og sosial samfelagsløg.
Í fyrsta umfari sær tað tí sera bíbilskt út. Øll menniskju, óansæð kyn, etniskan uppruna og sosiala stætt eru eins fyri Gudi, og eiga altíð at verða viðfarin soleiðis. Í Jesaja 1,17 stendur: “Lærið at gera tað góða, leggið dent á tað, sum rætt er, hjálpið neyðstøddum, fremjið rættin hjá faðirloysingum og verji mál einkjunnar.”
Men wokeness fer longri. Hóast vit sum trúgvandi eru púra samd við útgangsstøðinum, fer wokeness so langt, at vit sum trúgvandi mugu siga frá. Wokeness stendur í dag sum eitt nýreligiøst tíðarrák, sum fevnir teoriir og ideologiir, ið vit trúgvandi mugu taka greiða frástøðu frá.
Ein av hesum teoriunum eitur “Critical Race Theory” (CRT). CRT sær samfelagið sum eina tilætlaða skipan av maktmynstri, sum hevur til endamáls at kúga onnur orsaka av teirra húðarliti. CRT sigur, at valdið og fyrimunirnir hjá teimum eru rótin til alt sosialt órættvísi og skulu oyðast. Hetta sigur Owen Strachan, sum hevur skrivað eina bók um wokeness og evangeliið.
Owen Strachan sigur at “Ímeðan verulig semja ímillum øll fólkasløg hevur stóran týdning sambært bíbliuni (Efes. 2), so broytir wokeness evangeliið, við at læra at hvít menniskju ongantíð fara at verða heilt før fyri at broyta sínar gerðir, tí tey frá uppruna eru rasistisk. Men evangeliið sigur at øll hava syndað og at øll kunnu verða sett í frælsi ígjøgnum Jesu verk. Við sínum skeiklaða sýni á synd og endurloysing máar wokeness støðið undan evangeliinum.
Amerikanska kirkjan í 21. øld hevur bæði passivt og aktivt tikið wokeness hugsanarháttin inn í sínar skipanir og arbeiðið hjá sær. Strachan leggur til merkis, at nøkur kristin eru farin at biðja um umbering, og venda sær frá sínari “hvítheit”.
Strachan kemur til tað niðurstøðu at – Wokeness er ikki ein prisma, har vit síggja sannleikar ígjøgnum, sum vit ikki sóu í einari kristnari heimsmynd. Wokeness er ein heilt onnur skipan enn kristna trúgvin. Tað er í veruleikanum “eitt annað evangelium”. Men tað er ikki bara tað. Tá alt kemur til alt er wokeness ikki bara eitt evangelium. Wokeness er anti-evangelium.
Men hví er wokeness eitt ógudiligt tíðarrák?
Strachan heldur uppá at wokeness umboðar eitt evangelium har menniskjað er í miðdeplinum, og fangar tey, í staðin fyri at at seta tey í frælsi við Guds náði. Wokeness krevur áhaldandi eftiransni og ágrýtni. Tað eru bara tínar rættvísu gerðir, sum kunnu bjarga tær – men tú kann ongantíð savna nóg nógvar gerðir, fyri at lúka krøvini. Wokeness setir krøv um at avrokna syndir úr fortíðini, men loyvir ikki náði og fyrigeving. Tí er wokeness ein tung byrða fyri sínar fylgjarar. Tá til stykkis kemur, lovar hesin nýggi átrúnaðurin so nógv, men endar við at lata sínar stuðlar standa einsamallar eftir – uttan nakra vón um frelsu.
Hugsjónin hjá wokeness vendur menniskjum ímóti hvørjum øðrum, við tí úrsliti at tann einstaki verður vigaður eftir húðarliti og tign í samfelagnum, í staðin fyri eftir persónligum eyðkennum og virði í Guðs eygum.
Church of the Highlands í Alaska, er eitt gott dømi um hvussu wokeness í veruleikanum virkar. Hendan kirkjan hevur verið sera virkin í nærsamfelagnum og millum annað givið teimum fátæku heilsuhjálp. Kirkjan gekk eisini á odda við støkk-inn COVID19 kanningarstøð meðan pandemiðin var. Hon hevur eisini verið virkin ímillum svørt og hjálpt heimleysum og fátækum. Men presturin dittaði sær at dáma eitt tweet hjá Charlie Kirk (ein kristin, tjóveldishugaður aktivistur) – presturin retweetaði tað ikki. Hann trýsti bara á “dáma”. Nú hevur skúlaverkið tveitt kirkjuna út úr skúlunum í býnum og býráðið hevur slitið alt samstarv við hana. Óansæð hvussu nógvar góðar gerðir kirkjan hevur gjørt, er eingin fyrigeving fyri hetta lítla “dáma”.
Hetta vísir nokkso væl hvussu hesin nýggi átrúnaðurin er. Og tað kann lættliga vera ein av frágreiðingunum um hví so stórur partur av ungum nú á døgum stríðist við angist. Óansæð hvussu nógvar góðgerðir verða gjørdar, so skal man bara gera ein lítlan feil, og man er æviga dømdur. Um man ikki er 100% við, er man uttanfyri.
Og her er eingin Jesus. Eingin kærleiki. Eingin náði.
Wokeness og LGBT+
LGBT+ hevur eisini tikið wokeness til sín, og brúkar átrúnaðin sum eitt virkið amboð í sínum arbeiði at fremja sína søk. Nógvir miðlar – eisini føroyskir – gera sær ómak at vera woke í sínum atburði. Tá LGBT+, sum sigur seg stríðast fyri sosialum rættvísi, vendir sær til teirra, reagera teir ókritiskt. Tí um man ikki er við, er man ímóti. Hetta hevur við sær, at eitt av heilt smáu feløgunum í landinum, dagliga hevur tíðindi í fleiri miðlum. Ikki tí tíðindini hava týdning, ikki tí tey eru sonn, ikki tí tey eru góð. Tí tað vita vit einki um.
Tíðindini koma tí tað er woke. Einki tíðindafólk torir at spyrja eina rørslu, sum er á einari woke-aldu, atfinningarsamar spurningar. Hygg bara at víðagitna rithøvundanum, sum skrivaði Harry Potter bøkurnar, J K Rowling. Hon kom í satt woke-ódnarveður eftir at hon hevði “dáma” eitt tweet hjá Maya Forstater, sum misti starvið hjá sær í 2019, tí hon hevði tweetað at “mannlig menniskju eru ikki kvinnur”.
Wokeness leitar ikki eftir sannleikanum. Wokeness leitar eftir viðurkenning. Tí loyvir wokeness ikki samfelagnum at meta um, um nakað er vanligt, ella um tað sum heild er gott fyri menniskju. Hetta er eisini eitt tekin um óbíbilska lívsførslu. Kristin eiga, í kærleika, at vera trúgv ímóti sannleikanum (Efes. 4,15). Tað ber ikki til at velja kærleikan fram um sannleikan ella øvugt. Hesi bæði skulu fylgjast. Kristin eiga ikki at vera sum óvitug børn, sum rekast higar og hagar av hvørjum lærdóms vindi av falslótum manna, við svikum av ilskuráðum teirra, sum eru í villu (Efes. 4,14).
Svarið uppá wokeness
Owen Strachan sigur: “Vit kunnu ikki tiga. Vit kunnu ikki bara hyggja, at ímeðan fólk rundan um okkum verða fangaði av wokeness ella onkrari aðrari ógudiligari ideologi. Hóast trúgvandi eiga at viðurkenna at rasisma er synd, og at tey eiga at venda um frá rasistiskum tonkum, gerum og meiningum, so eiga tey eisini at ásanna, at ávísir bólkar av menniskjum, í sjálvum sær, ikki eru rasistisk, bara tí tey hava ein ávísan húðarlit. Strachan tekur saman um: “Wokeness sum rørsla, hevur so stóra framgongd, at vit ikki kunnu loyva okkum at hugsa at “tað gongur nokk” ella at hesir trupulleikarnir helst hvørva. Nei – wokeness fer ikki at hvørva. Skeivar ideologiir eiga at verða oyðilagdar. Vit eiga ikki fara varliga um tær ella at síggja burtur frá teimum.”
Farið tí í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at veita mótstøðu hin vánda dagin og at standa við, tá ið alt er vunnið. v14 So standið tá gyrdir um lendar tykkara við sannleika og klæddir í brynju rættlætisins, v15 og skøddir um føturnar við fúsleika til at boða gleðiboðskap friðarins; v16 og havið í øllum førum trúarskjøldurin á lofti, sum tit kunnu vera førir fyri at sløkkja allar gløðandi ørvar frá hinum illa við; v17 og takið hjálm frelsunnar og svørð andans, sum er Guðs orð, v18 meðan tit við allari ákallan og bøn biðja eina og hvørja tíð í andanum og eru árvaknir til tess við øllum áhaldni og bøn fyri øllum hinum heilagu, v19 og fyri mær við, at mær mega verða givin orð, tá ið eg lati upp munn mín, til at boða við treysti loyndardómin í gleðiboðskapinum, v20 sum eg eri sendiboð fyri í leinkjum, at eg má tala við frímóði um hann, soleiðis sum eg eigi at tala.
Efes. 6
Carsten Fonsdal Mikkelsen hevur skrivað.
Rósalind Olsen umsetti.