Hans Nielsen Hauge 2. partur: Akta Guð meira enn menniskjur

Mánaðirnar eftir at Hans Nielsen Hauge møtti Guði úti á markini, kom verulig ferð á arbeiði hansara. Ótroyttiligur arbeiddi hann frá morgni til myrkurs, og skjótt hevði hann bæði hjálpt pápanum við arbeiðnum á garðinum, hjálpt syrgjandi menniskjum við
sálarrøkt, maratonlisið Bíbliuna og skrivað fyrstu bókina.

Meðan vekingin heima í bygdini blómaði, fann Hauge sína arbeiðsætlan í 5. Mósebók kapittul 6, ørindi 6 og 7:
Hesi boðorð, sum eg í dag leggi fyri teg, skulu vera í hjarta tínum; v7 og tey skalt tú leggja børnum tínum eina við og bera tey upp á mál, bæði tá ið tú situr heima við hús, og tá ið tú gongur úti, bæði tá ið tú leggur teg, og tá ið tú fert upp.

Hann hevði hvørki brúk fyri einum prestakjóla ella einari kirkju fyri at vitna um frelsaran. Í staðin tosaði hann við tey menniskju, sum hann møtti. Og tað vóru mong menniskju, sum hann kom at møta.

Longu tá komið var til Skt. Hans, bara tveir mánaðir eftir, at Hauge var kallaður, fór hann tey 10 mílini til Oslo (sum tá á døgum æt Christiania), fyri at finna ein prentara, sum vildi prenta bókina, sum hann nú var liðugur við: Betraktning over Verdens Daarlighed.
Bókin varð prentað, og um heystið fekk hann hana innbundna, og søluarbeiðið kundi byrjað.

Árið 1797 var ikki meira enn byrjað, tá Hauge pakkaði viðførið og fór sína fyrstu missiónsferð. Um túrin skrivaði Hauge seinni: – Beint eftir nýggjár fór eg til Moss, Christiania og Drammen fyri at læra nøkur gudrøkin og hjartalig menniskju at kenna, og fyri at fáa bøkurnar út. Í býunum og á vegunum hevði eg samtalur við fólk um tað, sum lá mær á hjarta: hugin til at tala um Guðs vilja, og hvussu vit, sambært tí sannføring, sum eg hevði í mínum hjarta, samsvarandi Guðs orði skulu liva okkara lív og levnaða soleiðis, at vit liva eydnurík og nøgd her og hava eina grundaða vón um sælu hinumegin.

Norski kirkjusøgufrøðingurin Hallvard Gunleikson Heggtveit sigur í bókini “Den norske kirke i det nittende aarhundrede” soleiðis um fyrstu tíðina hjá Haugianismuni:

Við sínum ósjálvsøkna og uppofrandi arbeiði fyri at vekja og fremja kristiliga lívið í landi okkara, fekk Hauge hjálp frá nógvum vinum, sum høvdu somu sannføring sum hann, og sum beinleiðis ella óbeinleiðis ávirkaðu hann, og sum í samveru við hann ella við at lesa hansara skriftir, høvdu fingið sín serliga andaliga dám.
Eggaðir av sama anda og drivnir av ósjálvsøknum, uppofrandi kærleika, fóru teir út sum Guðs orðs boðberarar millum fólk okkara. Fleiri av teimum virkaðu við uppbygging, samtalum og einum
lýsandi atburði fyri sínum bygdafólki uttan at fara longri ferðir. Aðrir virkaðu í grannabygdunum, meðan ikki so fáir víðkaðu sítt virksemi til størri partar av landinum. Onkur einkultur ferðaðist um alt Noreg og vitjaði fleiri øki fleiri ferðir.

Den norske kirke i det nittende aarhundrede, Hallvard Gunleikson Heggtveit

Vit kunnu gloyma alt um eina romantiska mynd av tí deiliga, fría lívinum sum trúboðari. Tí tað var ikki nøkur hugalig uppgáva, sum haugianararnir tóku á seg. Heggtveit greiðir frá, at teir ofta vórðu riknir burtur av hundum á gørðunum ella av varðmonnum í býnum. Og ofta vórðu teir tiknir av lensmonnum, sum fóru illa við teimum og settu teir í fangahús, har heilsan varð brotin niður. Og tað var javnan, at hesir fátæku trúboðarar ikki høvdu annað til matna enn eitt sindur av breyði, sum var bakað við rugmjøli saman við mjøli, sum var gjørt úr børkinum á trøum.

Hóast tað vóru teir altíð spakførir mótvegis sínum mótstøðufólkum og atsøkjarum. Ótroyttiliga prædikaðu teir orðið í tíð og ótíð. Teir arbeiddu við vón móti vón, meðan teir trúgvir móti sannleikanum, í kærleika, royndu at náa menniskju við kærleikans evangelium, sum teir sjálvir vórðu møttir við.

Fleiri av teimum virkaðu í mong ár – summir enntá umleið 70 ár – aðrir ikki so leingi. Nógvar vita vit nógv um, aðrar ikki so nógv. Og onkrar av teimum vita vit bara um takkað verið teirra fíggindum og avhoyringargerðabókum.
Meðan haugianarar soleiðis boðaðu evangeliið um stórar partar av Noreg, var Hans Nielsen Hauge sjálvur eisini sera virkin. Hann vísti seg at vera ein dugnaligur leiðari, sum dugdi at stýra og hava skil á fleiri frontum samstundis. Fyri at hjálpa arbeiðsleysum bygdi hann fleiri fyritøkur upp, samstundis sum hann skrivaði bøkur og var andaligur leiðari fyri haugiansku rørsluna. Samstundis ferðaðist hann um alt Noreg og prædikaði Guðs orð á møtum á gørðunum.

Sum vit kenna tað frá Føroyingasøgu, var dansk-norska ríkið stýrt úr Keypmannhavn. Tað vóru strangar reglur í øllum ríkinum fyri, hvør kundi vera handilsmaður, hvør kundi vera silvursmiður, prentari, træsmiður og so framvegis. Óansæð um tað var í Herning, Drammen ella Tórshavn var fólkið í ríkinum lagt undir eina rúgvu av avmarkingum. Á sama hátt var rætturin til at boða Guðs orð tilskilaður prestunum í fólkakirkjuni. Vanliga fólkið slapp ikki at lesa upp úr Bíbliuni fyri meira enn tveimum persónum, uttan at prestur loyvdi tí. Men hetta var markið fyri lýdnið hjá Hans Nielsen Hauge. “Vit skulu akta Guð meira enn menniskjur”, segði hann, tá hann ferð eftir ferð stóð ákærdur fyri at hava prædika uttan loyvi.

Avmarkingarnar í framsøgufrælsinum umfataðu í ávísan mun eisini skrivaða orðið. Í 1770 var avmarkaða prentfrælsið sett í gildi. Einans fólk, ið høvdu vinnubræv sum prentari, kundu prenta bøkur. Og evnið í bókunum mátti ikki vera soleiðis, at tað skapti øsing millum fólk. Tí var tað ikki heilt uttan himpr, at Hans Nielsen Hauge gav sína fyrstu bók út. Kanska var hon á markinum til at vera ov hvøss? Men hann lat tekstin vera, sum hann var. Tí Guðs orð mátti boðast klárt og rætt. Eisini tá orðið peikar á syndina:

“Tit rannsaka skriftina og halda, at tit hava ævigt lív í tí, og tí skulu tit fáa tess strangari dóm í helheims pínu, tí tit eru líkir tí manni, sum kennir Harrans vilja, men ikki gera eftir honum… Tá vit fara í kirkju fyri at hoyra Guðs orð soleiðis, sum tað verður útlagt av lærarunum, verður vegurin til himmalin gjørdur breiður. Tað verður sagt, at Kristus hevur endurloyst okkum, men avleiðingarnar hoyra vit onki um.”

Sjálvt um Hauge av sínari samtíð og viðhaldsfólkum var kendur sum ein glaður og kærleiksfullur maður, helt hann seg altíð til sannleikan. Hann var sum ein oyðandi eldur móti allari ranglæru.

Ikki minst avdúkaði hann vandamiklu ranglæruna í norsku brøðrameinigheitini, sum helst hevði eina týðiliga náðiboðan, men uttan samstundis at boða sanna bót og umvending, sum Luther, Pontoppidan og aðrir kirkjufedrar lærdu.

Prátið um Hans Nielsen Hauge kom skjótt heilt til Keypmannahavn. Christian 7., kongur, var formliga framvegis kongur, men hann hevði eitt viðbrekið og nervaveikt lyndi, sum stríddist við skizofreni. Í veruleikanum var tað tí Fríðrikur, krúnprinsur (sum seinni gjørdist Fríðrikur 7., kongur), sum ráddi. Og í 1804 hevði hann fingið nóg mikið. Ymisk trúarskifti høvdu ávirkað Europa tey seinastu 100 árini, og krúnprinsurin var sannførdur um, at fólkið mátti haldast í stuttum bandi, so nakað líknandi ikki skuldi henda í hansara ríki. Eini handtøkuboð vórðu útskrivað, og stutt eftir varð Hans Nielsen Hauge settur í varðhald. Her sat hann í mong ár uttan at vera dømdur, meðan hann alsamt gjørdist sjúkari og sjúkari og meira og meira niðurbrotin.

Men longu í 1804 vísa frágreiðingar frá embætismonnum, at Hauge hevði viðhaldsfólk í næstan øllum landinum. Tey vóru serliga sterk í Eiker, Dammen, Stavanger og Bergen, men eisini fleiri aðrar staðir setti rørslan síni spor. Í høvuðsheitum var talan um eina bóndarørslu. Sjálvt um mong viðhaldsfólk eisini vóru úr býunum, so vóru hetta ofta fólk, sum vóru flutt til býirnar úr bygdunum.

Rørslan stóð eisini sterk, meðan Hauge sat í fangahúsi. Tað var ongin formligur landsfelagsskapur, men staðbundnir leiðarar samarbeiddu. Tá Danmark-Noreg tapti Englandskríggið, og Noreg sum ein partur av friðaravtaluni varð lagt undir Svøríki, vóru haugianararnir til reiðar til at arbeiða saman við øðrum góðum fólkum í Noreg fyri at betra um mannarættindini í landinum. Norska grundlógin var ávegis, og tríggir av teimum 112 monnunum, Eidsvollsmonnunum, sum gjørdu grundlógina, vóru haugianarar.

Skrivað hevur Carsten Fonsdal Mikkelsen
Mariann Djurhuus Poulsen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina