Tað var so farsóttin. Men hvat skal kirkjan nú?

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Vit vita, at heimurin er vorðin vendur heilt á høvdið hesi seinastu tvey árini, og kirkjurnar hava so avgjørt eisini merkt avleiðingarnar. Men nú er ein glotti fyri framman. Norðanlond eru – við Føroyum á odda – farin í holt við at avtaka allar avmarkingar, og vit skulu nú til at fyrireika okkum upp á, at vit skjótt kunnu savnast aftur uttan avmarkingar.

Men alt er kortini ikki, sum tað var einaferð. Fyrst og fremst av tí, at øll eru vorðin tvey ár eldri. Vit hava fingið nógv nýtt at taka støðu til. Onkur varð kanska sendur heim og hevur helst havt høvi og frið til at grunda yvir framtíðina. Onnur hinvegin hava kanska verið gjøgnum eitt sera trupult tíðarskeið á arbeiðsplássinum. Børnini eru vorðin tvey ár eldri, og onkur teirra gjørdist kanska so gamal, at tey sjálvi fingu børn. Heimurin er ikki sum hann var áðrenn Korona. Vit hava ment okkum, og tað mugu vit geva gætur í meinigheitslívinum.

Tí tað einasta, vit kunnu vera hampuliga vís í er, at nakað av tí meinigheitsvirkseminum, vit vóru í holt við at fremja undan farsóttini, hvørki kann ella eigur at halda fram á sama hátt. Tað er týðandi, at vit sum góðir kristnir leiðarar taka ábyrgd fyri at taka langar og góðar samrøðir við Gud og hvønn annan um, hvussu vit nú skulu koma víðari. Vit kunnu vera heilt vís í, at Gud hevur arbeitt í lívinum hjá mongum menniskjum hesi seinastu tvey árini. Vit mugu  gerast greið um, hvat hetta merkir fyri arbeiði kirkjunnar í Føroyum.

Lítið  gerst gott

Kirkjur um allan heim eru í somu støðu og við somu hugsanum júst nú, greiðir Thom. S. Rainer frá, ið er stovnari og umboðsstjóri fyri Church Answers, ið er ein online-felagsskapur og tilfeingisdepil fyri kirkjuleiðarar. Hann heldur, at smáir og staðbundnir felagsskapir gerast avgerandi fyri kirkjurnar í framtíðini.

Longu áðrenn farsóttina sóust týðilig tekin uppá, at ung leitaðu sær til micro-felagsskapir. Tvs. Felagsskapir við færri enn 30 persónum. – Vøksturin av hesum kirkjum var eitt týðiligt rák til COVID-19 rakti okkum, heldir Thom S. Rainer. – Nú síggja vit kortini eina drálan og eitt afturhaldni at bjóða fólki inn í heim sítt. Vi fara at síggja, hvussu verður við hesum í komandi tíð.

Eisini Carey Nieuwhof, ið undirvísir kristnar leiðarar vísur á, at siðbundnu kirkjusamfeløgini standa frammanfyri sera truplum broytingartíðum. – Gomlu siðbundnu mátarnir at skipa kirkjur hava víst seg í áratíggju ikki longur at vera eins úrslitagóð og fyrr tvørtur um nærum øll sløg av kirkjusamfeløgum og siðvenjum, sigur hann. – Ein kanning, sum FACT hevur staðið  fyri av meira enn 15.000 kirkjum áðrenn farsóttina vísir, at úr 2000 – 2020 fall luttakaratalið til gudstænastur í USA úr 137 til 65 persónar í miðal

Carey Nieuwhof heldur, at framtíðar kirkjan fer at gerast meira bundin at, hvat hendir í kirkjuni millum sunnudagarnar. – Mistak meg ikki. Vikuskiftisgudstænastur eru sera týðandi av ymsum gudfrøðiligum orsøkum(og nøkrum fáum praktiskum). Men fyri nógvar kirkjur er sunnudagsgudstænastan vorðin nærum alt, kirkjan ger, ella tann snúningsdepil, sum alt annað snýr seg um. Um vit savna nærum alt okkara stríð um ein tíma hvønn sunnudag, so gloyma vit hinar 167 tímarnar í eini viku.

Hann staðfestir, at nógv av tí nýhugsan, sum helst eigur at vera í eini kirkju, má fara fram uttanfyri bygningin og aðrar dagar enn sunnudagar.

Og her koma teir smáu felagsskapirnir inn í myndina. Teir opna fyri møguleikanum at knýta sambond, sum kennast gevandi og meiningsfull fyri einkulta limin, ið týðiliga kann síggja sín egna leiklut í lítla felagsskapinum. Smáu felagsskapirnir virka meira sjálvstýrandi, sum eisini er ein týðandi partur í tíðini, vit liva í. samstundis er tað eisini sera týðandi fyri uppvaksandi ættarliðið, at tey eru før fyri at taka sosiala ábyrgd fyri tí heimi, vit eru partur av, og her kunnu smáu felagsskapirnir eisini gerast ein góður grundvøllur fyri hesi at tæna í. Ofta leita vit til smáar felagsskapir, sum hava sama áhuga.

So hvørt sum heimurin er vorðin alt meira knýttur saman, er valdið spakuliga flutt frá stovnum til netverk, heldur Carey Nieuwhof fram. – Trúarsamfeløg hava mist nógv av tí ávirkan, tey fyrr høvdu, og grasrótarnetverk eru komin í staðin.

-Uttan mun til, hvør tú ert, høgur ella lágur, so fara fólk ikki at lurta eftir tær vegna títt starvsheiti ella embæti títt. Góðu tíðindini eru, at hetta kortini ongantíð var tað, sum gav tær ein sannan myndugleika sum kirkjuleiðari. Eitt av tí, sum myndaði Jesu tænastu var, at myndugleiki hansara ongantíð hevði sín uppruna í (jarðiska) heiti hansara, og hann krøkti seg heldur ikki til valdið. Í roynd og veru gav hann vald sítt upp til fyrimuns fyri egna lív sítt, sum eisini broytti alt.

-Veruligur myndugleiki hevur ikki sín uppruna í einum embæti, starvsheiti ella valdi. Hann hevur sín uppruna í eyðmjúkleika, kærleika og eini týðiligari kenslu av, hvussu ríki Guds vinnur fram í heiminum. Leiðarar, sum vísa hesi eyðkenni fara at hava eina ljósa framtíð.

Aftur til grundina

Fyri ein felagsskap sum Heimamissiónin finna vit stóran íblástur í at líta aftur á egnar røtur. Tað er bert góð øld síðani, at smáu felagsskapirnir sermerktu felagsskapin, sum í ávísan mun hevði sín uppruna í privatu heimunum. Helst vóru tað nakrar fáar kvinnur, ið savnaðust fyri saman at lesa Guds orð heima, og so vaks tað harfrá.

Nakað sum eisini sermerkti mong av hesum fyrstu missiónsfólkunum var, at tey høvdu eitt sterkt sosialt engagement. Júst sum vit síggja tað hjá uppvaksandi ættarliðnum í dag. Fleiri av undangongufólkunum tá høvdu týðandi leiklutir í Bláa Krossi, kvinnuringar í Sjómansmissiónini og í øðrum sosialum virksemi. Tað var neyðugt at liva Guds orð út í gerð. Kristin vart tú hvønn dag í vikuni.

Nú vit standa á baktromini á farsóttini og skulu til at líta frameftir, kunnu vit leita okkum hjálp við at líta aftur eftir. Vit standa nú í tí støðu, at vit aftur hava tørv á smáu felagsskapunum, har hvør ein stór kirkja eisini byrjaði. Tað eiga vit ikki at lata okkum ræða av. Vit vita jú, hvussu stórt vælsignilsi hetta gav okkum tá á sinni.

Tað hevur týdning, at vit sum leiðarar seta okkum væl inn í, hvør tað er, vit eru leiðarar fyri, og hvat tað er fyri ein tænasta, Gud hevur givið okkum. Tá kunnu vit leiða tey røttu leiðina og hjálpa teimum at gerast trúgv mótvegis bíbilsku meginreglunum, meðan vit í felag kasta okkum út í at gera royndir við, hvussu teir 167 tímarnir millum sunnudagarnar fáa loyvi til at fáa avgerandi ávirkan á mannalív.

Bæði nú og næstu 100 árini.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina