Kirkjan hevur ongantíð áður staðið í slíkari støðu

Annika Osvaldsdóttir Sørensen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

24/7 tøkni við nógvum ikki-andaligum innihaldi ímóti kanska einum ella tveimum tímum um vikuna við andaligari føði. Tað er veruleikin og vikan hjá heilt nógvum av okkum. Ikki er tað løgið, at vit verða meiri og meiri avkristnaði, eisini her í Føroyum, sum Tummas Kannuberg so væl vísti á í seinasta Innkasti.

Gjøgnum fleiri hundrað ja kanska í túsund ár hava kristin kunnað gingið út frá at øll rundan um tey hava verið partur av einari ella aðrari “heilagari skipan” ella trúgv – einum yvirnáttúrligum veruleika, sum var grundarlagið undir tí moralska treytaleysa sannleikanum, og sum lovaði ævigt lív eftir deyðan. Í øllum mentanum hevur mann trúð á ein moralskan standard fyri rætt og skeivt; nakað sum menniskju máttu fylgja, sama hvat tey merktu. Tí trúðu tey eisini á objektiva skuld og synd, og at trupulleikar menniskjunnar loystust, tá menniskjan hevði samband við tað heilagu skipanina í staðin fyri bara at liva fyri okkum sjálvi. Sjálvandi hevur tað verið ósemja millum muslimar, hinduistar, buddhistar og animistar, og hava tey víst burtur ta kristnu fatanina av hesum, men øll vóru tey samd um, at hon var til, og at tað var týdningarmikið, at mann kom inn í hesa skipanina.

LES EISINI  Originalur - kopi

Seinmodernaða samfelagið er tann fyrsta mentanin, sum er bygd á eina burturvísing av eini “heilagari skipan”. Í dag verður boðað frá í navni individualistanna, at tað ikki finnist nakar yvirnáttúrligur treytaleysur sannleiki, sum vit mugu laga okkum eftir. Vit velja sjálvi okkara virðir og skapa okkara egnu meining við lívinum. Akademiski og listarligi heimurin eins og undirhaldsídnaðurin lærir okkum, at einastu “heilagu” djúpdirnar eru tær, vit finna í okkum sjálvum. Ja, um nakar moralskur treytaleysur sannleiki er í dagsins mentan, so er tað, at vit ikki mugu siga, at tað finnast moralskir treytaleysir sannleikar – og so als ikki ein heilag skipan, sum øll mugu fylgja. Slíkar útsagnir sigast í dag at kúga menniskju og avmarka teirra frælsi.

Kristin hava altíð kunnað gingið út frá at næstan øll hava havt hesa sannføring um eina heilaga skipan – at tað var ein Gud, eitt lív aftaná deyðan, ein normur fyri moralskan sannleika og ein kensla fyri, hvat synd er. Evangelisering snúði seg tí um at sameina hesar sannføringar, og harvið prógva sannleikan í evangelinum. Í dag er fatanin, at vit skulu frelsast frá sjálvari hugsanini um, at vit hava tørv á frelsu. So hvussu kunnu vit evangelisera fyri menniskjum, sum fullkomiliga mangla kensluna fyri, hvat synd er og mangla trúnna á eina hægstu veru og eitt lív aftaná deyðan? Vesturlendska kirkjan hevur ongantíð áður staðið í slíkari støðu.

LES EISINI  Eg eri (næstan) gud 

Vit mugu taka nýggjar boðanarhættir í brúk. Tað kundu mint um støðuna, sum tey fyrstu kristnu vóru í: Sum ein minniluta í einum samfelagi, sum var fíggindasinnað móti teimum. Tað kann í hesu støðu tykjast freistandi at trekkja seg aftur til eina trygga samkomu, men í staðin skulu vit út úr okkara trygga goymistaði, blanda okkum við menniskju og frímóðigt taka lut í samfelags- og mentunarlívi og seta dám á tað innanífrá.

Í staðin fyri at bara góðtaka og finna okkum í øllum, eiga vit at finnast at og seta spurnartekin við allan neutralitetin, objektivitetin og universalitetin, sum okkara mentan hevur við sær. Vit kunnu taka stríðið upp við ta seinmodernaðu, sekuleru heimsfatanina og vísa á, hvussu mentanin – í síni stremban eftir at frígera individið – hevur við sær eina støðu, har øll virðir eru relativ, og øll sambond bara eru transaktiónir og allir identitetir eru veikir og skrivisligir.

LES EISINI  Innkast: Avkristnan

Vit kunnu brúka Bíbliunnar læru til at finnast at tí sekulera modernitetinum, sum kókar menniskja niður til bert eina rað av individuellum valum ella minkar tað niður í eitt úrslit av søguligum, materiellum og sosialum kreftum.

Vit mugu finnast at og avdúka teir stóru veikleikarnar í okkara mentan við at vísa á, at tað hvørki samsvarar við okkara náttúru sum menniskjur ella við okkara mest grundleggjandi hugsanir um lívið – og fyri ikki at tala um okkara moralsku idealir. Hareftir mugu vit sjálvsagt vísa á vakurleikan og sannleikan í evangelinum sum tað fullkomna mótsvarið til hetta.

 Tí vit hava svarið – vegin, sannleikan og lívið – hví skuldu vit hildu tað fyri okkum sjálvi?

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina