Boðannarorð
“… tí at hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra.«”
Matt.1,21b.
Við fallinum hjá Adam og Evu er syndin komin inn í heimin, og tí er øll mannaættin fødd í synd. Dávid sigur: Í synd hevur móður mín meg gitið og í misgerð eri eg føddur.
Róm. 3,10 endurtekur sálm Dávids 14,1-3 og Sálm 53,2-5 “sum skrivað stendur: “sum skrivað stendur: »Tann er eingin, sum rættvísur er, ikki ein; v11 tann er eingin, sum vitur er; tann er eingin, sum søkir Guð. v12 Allir eru teir viknir av leið, allir sum ein vorðnir spiltir; tann er eingin, sum ger gott, ikki ein tann einasti.”
Synd skilir okkum frá Guði sigur Jesaja 59,2 “Nei, tað eru misgerðir tykkara, sum hava gjørt skilnað millum tykkara og Guðs tykkara; syndir tykkara hava hult andlit hans fyri tykkum, so at hann ikki hoyrir.”
Tann skilnaður sum Bíblian talar um, er skilnaður frá Guði í ævigar tíðir.
Tað er plássið, sum ríkmaður var komin í, tá hann rópaði og segði: “Og hann rópaði og segði: »Faðir Ábraham! Miskunna mær, og send Lázarus, at hann kann drepa ytsta liðin av fingri sínum í vatn og svala tungu mína; tí at eg pínist ræðuliga í hesum loga!«” Luk 16,24.
Orðið synd stendur umleið 280 ferðir í Bíbliuni. So álvarsamt tekur Guð syndina. Hann er heilagur og tolir ikki synd.
Jesus segði við teir skriftlærdu og fariseararnar í Johs 8,24b, “tí at, um tit ikki trúgva, at eg eri tann, sum eg eri, tá skulu tit doyggja í syndum tykkara.«” Tá menniskju doyggja í síni synd eru tey í eini ræðuligari støðu. Matt 10, 28 sigur: “Og óttist ikki fyri teimum, ið sláa likamið í hel, men ikki kunnu sláa sálina í hel; men óttist heldur fyri honum, ið kann týna bæði sál og likam í helviti.” Tað er eitt orð, sum vit himprast við at brúka, men Jesus brúkti tað sjálvur, og tí kunnu vit ikki tiga tað burtur.
Men inn í hesa vónleysu støðu hjá mannaættini hevur Guð sent okkum sonin, sum hann hevur fyrijáttað gjøgnum alt Gamla Testamentið. Eitt av lyftunum um Jesus er: Hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra.
Vit kenna øll johs 3,16. “Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.”
Vit hyggja alt ov ofta inn í okkum sjálvi, men har finna vit onga trúarvissu, men heldur tekur hon okkara frímóð.
Ìstaðin eiga vit heldur at hyggja uppá Jesus og líta á tað, sum hann sigur, eins og ránsmaðurin á krossinum gjørdi.
Hebr.10,35 sigur : “Kastið tí ikki frá tykkum treyst tykkara, sum hevur stóra løn!”
Og lat okkum eisini gera sum hebr. 12 sigur: “Latum tí okkum eisini, við tað at vit hava slíkt stórt skýggj av vitnum uttan um okkum, seta av okkum eina og hvørja byrði og syndina, sum lættliga darvar, og við treysti renna tað skeið, sum okkum er fyri sett, við tað at vit líta til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar, Jesus, hann sum fyri ta gleði, sum honum var fyri sett, bar kross við toli, og virdi einki um skemd, og er setstur høgrumegin hásæti Guðs. Ja, hugsið um hann, sum hevur tolt slíkt mótmæli móti sær av syndarum, fyri at tit ikki skulu troyttast og verða givnir í sálum tykkara.”
Sum eg skrivaði í áðni eru vit ofta ov skjót at hyggja inn í okkum sjálvi, og tað skapar ikki frelsugleði at dvølja við tað ov leingi, og lata tað fáa vald á okkum. Vit mugu í staðin taka til okkum orð sum lyfta okkum upp til at síggja tað ríkidømið, sum er tilroknað øllum teimum, sum hava givið sítt lív til Jesus.
Sálmur 32. sigur: “Sælur er hann, hvørs misbrot er fyrigivið, hvørs synd er kvittað. Sælur er maður, hvørs syndasekt Harrin ei roknar, og í hvørs anda ikki eru svik.”
Tað syngur Dávid aftaná hann hevði játtað sína synd fyri Guði.
Paulus sigur í róm. 8,1: “So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi.” 1 Johs 3,20 “hvat so hjarta okkara kann døma okkum fyri; tí at Guð er størri enn hjarta okkara og kennir allar lutir.” Tí skulu vit heldur ikki lata okkum tyngja av tí, vit síggja í okkum sjálvum og hjá øðrum, men heldur gleðast um alt ríkidømið, vit eiga í Jesusi, og takka og prísa honum, sum frelsti okkum og biðja um at verða varðveitt í trúnni á hann.
Skrivað hevur Alfred Hansen