Harrin er ikki liðugur við teg enn …
Undurfullu orðini í brotinum her undir, sum vórðu skrivað av Paulusar hond fyri uml. 2000 árum síðani, virka gleði og vón hjá einum, sum stríðist við spurningar um seg sjálvan, og ivast í, um man er nóg góður.
“fullvísur sum eg eri í tí, at hann, sum byrjaði í tykkum góðan gerning, vil fullføra hann alt til Jesu Krists dag.”
Fil 1,6
Fyrst og fremst gevur tað gleði í frelsuverkinum. Frelsuverkið er tann fyrsti stóri gerningur, sum Harrin hevur vunnið fyri okkum, tá ið Jesus doyði á krossinum fyri okkara syndir og reis upp úr grøvini, fyri at vit eisini skulu rísa upp á evsta degi. Har vitnar hetta orðið um ein góðan Guð, ið er trúfastur, hóast vit svíkja hann. Tað vísir á, at Hann heldur fast í okkum, líka til Kristus kemur aftur og tekur sína kirkju heim.
Men samstundis vísir hetta sama versið í Filippibrævinum á, at Harrin arbeiðir við okkum og broytir okkum, tá vit ferðast saman við honum.
Tað er ofta lætt at finna sínar feilir, tá man speglar sær í Guðs orði. Man sær skjótt, at man hevur sínar feilir sambært Guðs standardi. Men takk og lov fyri at Harrin er ein góður faðir, sum ikki gevur upp so lætt, sum vit menniskju kunnu gera. Man kann siga, at Skaparin kennir tilfarið, sum hann hevur við at gera.
Á enskum hevur man eitt hugtak sum sigur “Working progress”. Týdningurin av hesum kundi á føroyskum verið umsett til “áhaldandi framgongd”. Og tað er sanniliga støðan hjá einum trúgvandi á lívsleiðini. Man vildi ynskt, at man hevði stýr uppá alt beinanvegin, tá man kom til frelsu, og at allir ringir óvanar og feilir hvurvu beinanvegin. Men soleiðis er veruleikin hjá okkum ikki.
Í byrjanini av summum kristnum filmum sæst ofta ein høvuðspersónur, sum hatar Guð. Síðani kemur hann til trúgv, og hareftir hevur viðkomandi beinanvegin stýr uppá øll vers í Bíbliuni, biður allatíð og hevur svar uppá allar spurningar. Í veruleikanum er hetta tó ikki gongdin hjá okkum flestu, og tí vísa slíkir filmar ofta eina skeiva fatan av, hvussu lívið er, tá man kemur til trúgv. Sum oftast er tað ein áhaldandi broyting, sum hendur líðandi ígjøgnum alt lívið.
Hendan broyting er Guðs ríki, sum kemur meir og meir fram í okkum, og tað er jú eisini tað, vit biða um, tá ið vit siga “Komi ríki Títt!” í bønini “Faðir vár”.
Tá ið man lítur aftur á tíðina, man hevur ferðast saman við Jesusi, kann man gleðast um nógvar broytingar, sum Harrin hevur gjørt í sær. Feilirnir hava verið nógvir, men tíbetur hevur Guðs náði hvørja ferð verið størri enn feilirnir. Náðin gevur mót til at halda fram í tí áhaldandi framgongdini, sum Harrin ger í okkum.
Paulus nevnir, at vit eru ikki liðug í hesi broyting, fyrr enn Jesus kemur aftur. Tí skulu vit heldur ikki missa mótið, men ístaðin gleðast um, at Skaparin ikki hevur givið upp, men er tolin og letur okkum áhaldandi broytast. Paulus var sjálvur erligur um sínar feilir, tá ið hann tosar um tornina í holdinum. (2. Kor 12,7) Tá hesin megnar maður torir at vera opin um hetta, so eiga vit eisini at tora at vera opin um okkara feilir yvir fyri hvør øðrum, men fyrst og fremst yvir fyri Guði.
Paulus skrivar í 2. Kor 4,16 “Tí falla vit ikki í fátt, men um so okkara ytra menniskja ferst, tá verður tó okkara innara menniskja endurnýggjað dag frá degi.” Hetta merkir, at okkara lívsførðsla broytist innanífrá, samstundis sum aldurin ger at tað ytra ferst. Víðari í vers 17 lesa vit, at broytingin eisini kann henda gjøgnum trongd. Tað kann ljóða ræðandi, men har skal man minnast til myndina um træið, ið verður reinsað, so klippir man greinar av (Jóh 15). Somuleiðis kann vera pínufult, tá Harrin tekur nakað burtur úr okkara lívi. Men Harrin, sum sær tí størru myndina av síni ætlan við okkum, veit, at viðhvørt mugu summi ting burtur, soleiðis, at Hann verður gjørdur størri í okkum og okkara lívi. Í síðsta enda er endamálið við broytingini, at Guðs dýrd verður stór í okkum, og at vit skína hansara kærleika út í heimin, sum hevur brúk fyri Guðs undurfullu frelsu ígjøgnum Jesu fullgjørda verk á Golgata.
Í okkara feilum og stríði er tað møguligt hjá okkum at gleðast um, at Harrin enn ikki hevur uppgivið okkum, men er í ferð við at broyta okkum hvønn dag. Málið er, at Guðs fólk eru honum lík. Hetta kann bert henda við, at vit loyva honum inn í okkara umstøðir hvønn dag, og at vit lata Harran ganga á odda í okkara lívi, heilt til, Hann kemur aftur. Av hansara undurfullu náði vil tað arbeiðið í okkum, sum áður var í áhaldandi framgongd, verða fullført í allar ævir.