1917 – tíðin er veruligi fíggindin!

Andrias Magnussen ummælir filmin “1917”, sum sunnukvøldið vann tvær Golden Globe-virðislønir, fyri besta film og bestu leikstjórn. Filmurin varð eisini tilnevndur fyri besta upprunatónleik.

 

Í hesum døgum verður filmurin 1917 vístur í biografum kring allan heimin. Filmurin gongur eisini í Havnar bio. Talan er um ein krígsfilm, sum vísir ræðuleikarnar frá fyrra heimsbardaga.

Onglendingurin Samuel Mendes hevur leikstjórnað filmin. Filmurin byggir á frásagnir frá Alfred Mendes, sum var abbi Sam Mendes. Alfred Mendes var hermaðurin undir fyrra heimsbardaga.

Tveir ungir bretskir hermenn fáa eina sera stóra uppgávu. Teir skulu langt inn á økið hjá týskarum við einum boðum, sum skulu forða fyri, at 1.600 bretskir hermenn ganga beint inn í eina deyðiliga fellu.

Filmurin er sermerktur, tí frásøgnin koyrir út í eitt frá byrjan til enda. Har eru ongi afturlit (flashback), og ongar aðrar søgur verða tiknar upp. Vit fylgja tveimum ungum hermonnunum, ímeðan teir royna at finna sær veg fram til sínar landsmenn við boðunum, sum kunnu bjarga lívum teirra.

LES EISINI  Wokeness - úlvur í seyðaklæðum

Bjóðar tíðarandanum av

Við at byggja filmin soleiðis upp vil Sam Mendes vísa hyggjarunum, at tíðin er tann veruligi fíggindin. Vit hava bara fingið eina avmálda tíð, og so skulu vit øll doyggja.

Tí er spurningurin: Hvat brúka vit okkara lív til?

Royna vit at verja okkum sjálv og harvið leingja um okkara lív, so væl sum vit kunna? Ella eru vit til reiðar at ofra okkum sjálv fyri eini søk, sum er størri enn vit?

Tá ið teir báðir ungu hermenninir fáa boðini frá generalinum um at fara við boðunum til sínar landsmenn, so er svarið “Yes, sir”, hóast teir væl vita, at tað er stórur møguleiki fyri, at hetta fer at kosta teimum lívið. Hetta passar ikki saman við tíðarandan í okkara samtíð. Í dag verður ofta spurt, hvat eg fái burturúr. Í dagsins samfelagi er grundtankin, at eg ikki skal taka ímóti boðum frá øðrum, men heldur vera trúgvur ímóti mær sjálvum.

LES EISINI  Kirkjan hevur ongantíð áður staðið í slíkari støðu

Filmurin er sera góður. Søgan er framhaldandi, og kameravinklarnir gera, at hyggjarin verður mestsum tikin við inn í filmin.

Áminning til kristin

1917 vísir sera væl, hvussu mennirnir berjast ímóti tíðini og hvussu teir geva alt, tí teir skulu jú kortini doyggja einaferð. Boðskapurin við filminum er tí, at tað ræður um at taka av tíðini, at síggja týdningin av missiónini og at velja at vera lýðin, hóast tað kostar alt, heldur enn í sjálvsøkni at spara seg sjálvan. Tí minnir filmurin eisini okkum kristnu á ikki at spilla okkara tíð. Guds missión er størri, og hansara kall hevur skund.

Lat okkum tí koma upp úr skotgrøvunum og stríðast fyri tí, sum veruliga hevur týdning.

Hetta er besti filmur, sum eg havi sæð í longri tíð. Filmurin fær tí seks av seks stjørnum.

1917 gongur í Føroyum júst nú

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina