2020 bleiv árið, har hyggjaratalið á Sat7 rásunum, setti met

Hóast 2020 var eitt heilt serligt og avbjóðandi ár fyri nógv, so var hetta eisini eitt ár, har Guð var í rørðslu á ein heilt serligan hátt. Met høgi hyggjaraskarin, sum setti seg í samband við Sat7 rásirnar vitnar um, at mitt í COVID-19 pandemiini, har boðað varð um vónina í Kristusi, nam Guð við hjørtuni á fleiri hyggjarum enn nakrantíð áður í Miðeystri og Norður Afrika.

Nú vit eru byrjaði uppá eitt nýtt ár, kann Sat7 líta aftur á árið 2020 sum eitt met ár, hvat viðvíkur sambondum ímillum hyggjaran og stuðulstoymini á rásunum. Eftir at Miðeystur og Norður Afrika í mars mánaði byrjaðu at síggja avbjóðingarnar við COVID-19, vaks áhugin og umbønir um stuðul frá kristnu sjónvarpsrásunum við 30 prosentum.

You are not alone” var heiti á boðum og nýggjari raðsending, sum tosaði við tey sum vóru rakt av Korona og hjálpafólk sum skuldu handfara hesa farsótt.

LES EISINI  Miðeystur og Norður Afrika eru í eini útbúgvingarkreppu uttan skúlagongd

Serliga vóra tað tríggjar rásir sum serliga merktu vøksturin. Hesar vóru: Sat7-Academy, undirvísingarrásin, sum vaks við 328% (til 47.500), tann turkiska sendirásin Sat-7 Tùrk, sum vaks við 120% (til 25.300) og barnarásin, Sat-7 Kids sum vaks við 90% (til 47.300). Millum januar og september 2020, samskifti Sat-7 við 310.000 hyggjarum, samanlagt umleið ein triðing fleiri enn sama tíðarskeið í 2019.

Ímeðan milliónir í hesum fólkaríka umráði merktu avleiðingarnar av ”COVID-19 lockdown” bæði heilsuliga og á inntøkuni, vóru tað fleiri og fleiri sum vendu sær til Sat7, har tey í trúnaði kundu leita sær hjálp til andaligan- kensluligan- vinaligan stuðul og enntá ráðgeving í heilsumálum.

Ein lovsongs konsert á tekjuni á sjónvarpstøðini í Beirut, gav teimum andaligan styrk eftir ógvusligu spreingingina í havnalagnum í Beirut.

Frá byrjanini av pandemiini og sjálvt aftaná oyðileggingina í Beirut við skelkandi upplivingum, vóru allar sendistøðirnar hjá Sat7 samdar um, at halda áfram við so nógvum livandi sendingum sum gjørligt. Okkara sannføring er, at tað er neyðugt at standa saman við okkara milliónum av hyggjarum í eini ørkymlandi og ókendari tíð.

LES EISINI  Ein innbjóðing til at gerast mannafiskari

Rita El-Mounayer, SAT-7 CEO, sigur: – Fyri skjótt 25 árum síðani signaði Guð okkum við møguleikanum at brúka fylgisveina-sjónvarp sum ein nýggjan hátt til bera gleðiboðini út. Ígjøgnum árini hevur Sat-7 verið ein lívsneyðug lívlína hjá avbyrgdum trúgvandi fólki í øllum Miðeystri og Norður Afrika. Útbúgvingarskráir til tey mongu sum ikki sleppa í skúla og  til víðari útbúgvingar. Skráir við bíbliuundirvísing og aðrar andaligar sendingar sum binda hyggjarnar saman til felags tilbiðan eru bert nøkur fá dømir um fjølbroytta virksemi.

Tann ovurhonds signingin í ár hevur verið at tænt hesum fólki, sum hevur klára at staðið ímóti hesum higartil ósæddu avbjóðingum.

Eins og heimurin heldur áfram við at stríðast ímóti farsóttini, vilja Sat-7 rásirnar framhaldandi vera tøkar til at sameina og stuðla hyggjarunum og samstundis halda áfram við at finna nýggjar leiðir í 2021, millum annað við at koma við einari nýggjari slóðbrótandi video-tænastu og einari nýggjari ætlan við at fáa hyggjarar at luttaka á teimum sosialu miðlunum.

LES EISINI  Føroysk sunnudagsskúlabørn sent 70.000 krónur til Sat-7 Kids

Sat-7 heldur á fram við at arbeiða fyri at fáa gleðiboðskapin inn í fleiri heim. At stuðla familjum sum bjóða Jesusi vælkomnum inn í teirra lív, geva teimum andaliga stimbran, sum er nógv brúk fyri í heiminum í dag, nú nógv fólk eru heima, har tey millum annað leita eftir útbúgvingarmøguleikum og andaligum felagsskapum.” sigur Rita at enda.

Kelda: Sat-7 leystliga umsett

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina