Sat7 raðfestir beinleiðis sendingar

Nú allur heimurin er komin í eina álvarsama serstøðu,raðfestir Sat7  beinleiðis sendingar, fyri at stuðla teirra hyggjarum, í hesum korona tíðum.

– Vit gera alt tað vit kunnu fyri at tær beinleiðis sendingarnar kunnu halda á fram. Okkara toymir vilja svara spurningum frá fólki, óansæð hvat hendir hesar næstu vikur- ella mánaðirnar, sigur Rita El-Mounayer leiðari á SAT- 7. – Vit ynskja at vera okkara fólki til hjálpar so leingi sum heimurin vaknar upp til nýggjar avbjóðingar orsaka av hesum korona virusi.

Allar rásir hava skert starvsfólkahópin, eftir landsins vegleiðingum og tilmælum, men vit leggja dent á at hava beinleiðis sendingar, har fólk hava møguleika fyri at venda sær til okkara og siga frá teirra støðu, heldur enn at endursenda annað tilfar.

Fríggjadagin 20 mars verður ein serlig beinleiðis sending frá sjónvarpsstøðini í Libanon, har møguleiki verður fyri at fáa stimbran og fyribønir, sum tørvur er á sum ongantíð fyrr. Fólk fáa møguleika at ringja inn og siga frá, hvussu hendan koronatíðin ávirkar tey og familjur teirra.

LES EISINI  SAT7: Avbyrgd á páskum

Serliga er Iran hart rakt av koronasmittuni og nú landamørkini eisini eru stongd, er Sat7 ein týdningarmikil lívlinja, har okkara nógvu hyggjarar ynskja at koma í samband við okkum, sigur leiðarin fyri Sat7-Pars, Panayiotis Keenan.

So skjótt sum fyrstu tíðindini bórust um, at Covit-19 smittan var staðfest í Turkalandi, fór Sat7 turk sendirásin ”World view” í gongd við at bera boðskapin um Guðs frið og at bera vón inn í óttan og ræðsluna hjá teirra hyggjarum, orsaka av øllum tíðindaflutninginum ígjøgnum teir sosialu miðlarnar.

– Tá tíðindini bórust í Istanbul, bleiv tíverri alt ov nógv gjørt burtur úr, sum ikki hevði nakað við verðunleikan at gera, sigur Volkan Er, sum umboðar sendirásina. – Orsaka av hesum virusi, uppliva vit ein brúkaragalskap, har fólk keypir inn undir seg. Ì tíðindunum síggja vit tómar handilshyllar, sum um vit hava mattrot, og hetta prógvar bara sjálvsøkni og grammleika.

– Vit royna at greiða fólki frá fakta og upplýsa, sambart heimsheilsustovninum, hvørja ávirkan henda Koronavirus hevur á fólk. Inn í hesa støðu boða vit eisini tað kristnu vónina og stimbran. Her hava vit ein serliga góðan møguleika til at kunna okkara fólk og eisini til at stimbra tey andaliga, sigur leiðarin fyri Sat7-Turk, Melih Ekener.

LES EISINI  Kristi sinnalag og atburður tá líðing rakar.

Sat7 er ein kristin sjónvarpsrás, sum sendir á trimum tungumálum, arábiskum, farsi og turkiskum til 25 ymisk lond í Miðeystri og Norður Afrika. Tey hava 20 ára royndir við at gera skráir av ymiskum slagi til fleiri milliónir hyggjarar. Sat7-kids hevur eisini lagt seg eftir at senda góða skúlaundirvísing, sum serliga hevur gjørt stóran mun í teimum nógvu flóttarlegunum og í teimum krígsherjaðu londunum í Miðeystri.

Koronavirusi kemur sum steinur omaná byrðu hjá hesum kristnu, sum í stóran mun stríðast undir ómenniskjaligum korum sum forfylging, fátækradømi og kríggi. Kirkjur sum vanliga standa opnar steingja nú eisini. ”Uppreisnarkirkjan” í Beirut, sum vanliga sendir beinleiðis sjónvarpsguðstænastur sunnumorgnar saman við Sat7, er nú eisini stongd og fólk mugu nú eisini har fylgja við guðstænastuni á netinum, men Guð er hin sami, orðið er hitt sama og andin er hin sami.

Volkan Er sigur at enda: – Vit mugu ikki lata ótta og ræðslu binda okkum men líta frameftir við treysti sum bíblian sigur í 2.Tim.1:7 ”Tí at ikki gav Guð okkum mótloysis anda, men kraftar og kærleiks og hóvsemisanda.”

LES EISINI  Nýggj leiðsla í barnaringinum

Kelda Sat7

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina