Savna neyðhjálp inn í Føroyum til trongd kristin á Sri Lanka

Meinigheitshúsið á Skála hevur fingið áheitan – eitt neyðarróp – um at senda neyðhjálp til forfylgd kristin á Sri Lanka, eftir blóðugu yvirgangsálopini páskamorgun, sum kostaðu hundraðtals fólkum lívið, bæði í kirkjum og á hotellum.

Kirkjulið á Sri Lanka hava gjøgnum felagsskapin “Evangelisk Alliansa” sent eitt neyðarróp um bráðfeingishjálp til tey ringast støddu. Evangelisk Alliansa er eitt altjóða netverk av kirkjum og kirkjuligum felagsskapum.

Kirkjuliðini biðja um stuðul til trý endamál:

  1. At forsyrgja familjum, sum hava mist forsyrgjaran, annaðhvørt tí hann ella hon eru dripin, ella so illa særd, at tey ikki eru arbeiðsfør longur.
  2. Rinda útreiðslur til læknahjálp og viðgerð, bæði nú og í framtíðini.
  3. Veita sálarfrøðiliga hjálp til teirra, ið hava fingið sálarlig mein.

Meinigheitshúsið á Skála hevur sett eina kontu av, sum føroyingar kunnu flyta pening inn á til endamálið. Innsavningin fer fram til 14. mai, og peningurin verður fluttur gjøgnum Evangelisk Alliance í Danmark, sum hevur beinleiðis samband við Sri Lanka.

LES EISINI  Nú kemur World Watch List 2022.

Stóran týdning at hjálpa í verki

Carsten Fonsdal Mikkelsen á Skála er ein teirra, ið hevur sett innsavningina í Føroyum í verk. Beiggi hansara, Thomas Bjerg Mikkelsen, fyrrverandi aðalskrivari í donsku Indre Missión og núverandi fakultetsleiðari á Menighedsfakultetet í Aarhus, er landsformaður fyri Evangelisk Alliance, sum hevur beinleiðis samband við Godfrey Yogarajah, aðalskrivara hjá Evangelisku Alliansuni á Sri Lanka. Ein av starvsfeløgum hansara misti eitt barn undir álopinum.

– Vit halda, at tað hevur sera stóran týdning, at vit stuðla okkara forfylgdu brøðrum og systrum á allar hættir. Tí heita vit eisini á øll fyrst og fremst um at biðja fyri meinigheitunum á Sri Lanka. Men tað er eisini týdningarmikið, at vit royna at hjálpa á annan hátt, so langt sum Gud hevur givið okkum náði til at hjálpa. Beint nú er ómetaliga stórur tørvur á at útvega pening til at viðgera bæði likamligar og sálarligar skaðar, umframt at nógvar familjur hava tørv á stuðli, av tí at tey hava mist sín einasta forsyrgjara. Vit eggja tí til, at missiónshús savna inn í sínum egna húsi, sigur Carsten.

LES EISINI  Boko Haram avrættar kristin neyðhjálparfólk í Nigeria

Peningurin kann verða settur inn á kontu í BankNordik 6460 – 178.176.8, viðmerkt “Sri Lanka”.

Á filmsbrotinum er ein av sera mongum søgum úr Sri Lanka.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina