Seinasta hugnakvøldið verður mánakvøldið

Seinastu tvær vikurnar hava fimm hugnakvøld verið um landið, í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið hjá Føroysku Sjómansmissiónini. Tað sætta og seinasta verður í matarhøllini á Kósini í Klaksvík mánakvøldið.

– Tað stóra hátíðarhaldið var í Nesvík í vár, men vit vilja gera eitt sindur meira burturúr, og tí fara vit runt landið og bjóða øllum við til eitt hugnakvøld, sum er eitt 100 ára føðingardagshald hjá sjómansmissiónini, segði Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, áðrenn fyrsta hugnakvøldið, sum var í Salt á Drelnesi.

 

Ynskja at náa longur út

– Hugnakvøldini eru bæði fyri at hátíðarhalda dagin, men eisini fyri at stimbra teir sjómanskvinnuringarnar og tey fólk, sum annars stuðla okkum og bera arbeiðið lokalt, umframt at vit ynskja at náa longur út við arbeiðinum hjá okkum. Hetta er ikki bara eitt kvøld fyri sjómanskvinnuringarnar, og øll onnur eru eisini hjartaliga vælkomin. Tí vil eg leggja dent á, at hetta er eitt alment hugnakvøld í samband við, at sjómansmissiónin fyllir 100 ár, sigur Torleif. 

LES EISINI  Minnast tey sjólátnu


Nýggja bókin løgd fram

– At vit hava býtt tað út á hesi seks kvøldini, er fyri at hava fokus á ávís øki í landinum. Har verður góður drekkamunnur við nógvum góðum afturvið, felagssangur, kórsangur/solistar, andakt og frágreiðing frá arbeiðinum. Vóni eisini at fáa onkran frá sjómanskvinnuringunum at fortelja um tað lokala arbeiðið, og onkran sjómann at fortelja um týdningin av arbeiðinum, ella um sjómansmissiónin hevur nakran týdning fyri sjómannin í dag, sigur Torleif.

Frants Jensen greiðir frá nýggju bókini um sjómansmissiónina, og hevur eitt søguligt yvirlit í orðum og myndum. Eisini fer hann at signera bókina, sum verður seld fyri serprís hesi kvøldini.

– So verður eisini møguleiki fyri at bera fram heilsanir. Og vit vóna, at onkur av teimum lokalu hava okkurt at bera fram, bæði rís og rós, sigur Torleif.


Eisini fyri at kunna um arbeiðið

Hugnakvøldini verða hildin bæði fyri at hátíðarhalda 100 ára dagin, og eisini fyri at kunna um arbeiðið, í vón um at fáa nýggj fólk at leggjast afturat í arbeiðinum.

LES EISINI  Sjómansmisiónin: 100 ár í Íslandi

– Sum eg havi nevnt, so er tiltakið fyri øll! Nú er møguleikin hjá lokalum sjómonnum at koma og bera eina tøkk fyri arbeiðið hjá sjómansmissiónini. Tær sterkastu heilsaninar eru frá teimum, sum hava notið gott av sjómansmissiónini, og sum hava upplivað gleðina og signingina av henni, sigur Torleif at enda.

 

Mánadagin 8. oktober
Kl. 19.30 í matarhøllini á Kósini í Klaksvík
Sangur: Kvinnukór úr Emmaus og Marta Mýri
Andakt: Andrias Magnussen

 

ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN

 

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina