#Selfiefamiljan – familjulega í februar

Um vikuskiftið 21.-23. februar verður familjulega í Leguhúsinum í Nesvík. Tað er Eindin, familjuarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum skipar fyri, og sjóneykan verður hesaferð sett á sokallaðu selfie-mentanina og tær avbjóðingar, sum hon hevur fyri familjuna.

Erla Mortensen, samskipari, sigur, at tveir áhugatímar verða á leguni.

– Ann Dahl Hansen og Derhard Jógvansson hava hvør sín áhugatíma, har tey koma inn á evnið frá ymiskum sjónarhornum, sigur Erla.

Familjulegan er eitt gott høvi hjá barnafamiljuni “at toga stykkið úr” eitt vikuskifti og hugna sær saman við øðrum barnafamiljum, samstundis sum ein fær áhugaverda og viðkomandi undirvísing og góðan mat borðreiddan.

Á familjuleguni er pláss fyri 25-30 familjum, alt eftir støddini á familjuni, og høvuðsleiðarar hesaferð verða hjúnini Anna Maria & Kári Henriksen og Jannet & Pauli Højgaard.

Prísirnir fyri leguna eru hesir:

  • Fyri hjún                                                            1.300 kr.
  • Fyri hjún við einum barni                             1.500 kr.
  • Fyri hjún við tveimum børnum                  1.700 kr.
  • Fyri hjún við trimum børnum ella fleiri    1.900 kr.
  • Fyri støk                                                               700 kr.
  • Fyri støk við einum barni                                900 kr.
  • Fyri støk við tveimum børnum                    1.100 kr.
  • Fyri støk við trimum børnum                       1.300 kr.
  • Fyri støk við fýra børnum ella fleiri              1.500 kr.
LES EISINI  Poddvarp: Millum longu og ikki enn (part 2)

Hevur ein børn hjá øðrum við, eru prísirnir hesir:

  • 1 gestabarn                                                     200 kr.
  • 2 gestabørn                                                    400 kr.
  • 3 gestabørn                                                    600 kr.
  • 4 gestabørn                                                    800 kr.
  • 5 gestabørn                                                  1.000 kr.

Í hesi vikuni verður møguligt at tekna seg á mission.fo/tilmelding, og tekningarfreistin er mánadagin 17. februar klokkan 12. Legan verður rindað, tá ein teknar seg.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina