Sera forkunnug upptøka: Sangur og andakt á sjómansheiminum í Føroyingahavnini
Eitt toymi frá Føroysku Sjómansmissiónini hevur í fleiri ár vitjað Grønland eina ferð árliga.
Tá Grønlandstoymið í september 2015 vitjaði illa farna sjómansheimið “Lívd” í Føroyingahavnini, sungu tey sangirnar “Jesunavnið aldri bliknar” og “Sum ein føgur guddómskelda” inni í salinum á sjómansheiminum. Eisini hevði Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, eina andakt, har hann millum annað kom inn á tað, sum hevur sína tíð og ferst, og so tað, ið heldur og varir ævigt.
Óivað er hetta bæði fyrsta andakt í mong ár og seinasta andakt, sum hildin er á sjómansheiminum.
Forkunnuga upptøkan er gjørd við fartelefon.