Set stikkið í

Elinborg Osvaldsdóttir

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Eg eri á veg út, minnist í síðstu løtu til at taka snildtelefonina við. Men hvat? 7 prosent battarí! Og heldur ikki hesuferð havi eg keypt mær eina flytføra løðistøð.

Kenslan er tóm, eg kenni meg óheila. Hugsi bara um, hvussu eg skjótast fái løtt mína snildfon.

Hvat nú, um barnagarðurin ringir? Arbeiðstelduposturin tikkar? Okkurt røvarakupp á rótikassanum?

Summar orsøkir eru meira gyldugar enn aðrar – eg veit.

Men kenslan er kortini tann sama tóma og óheila kenslan. Okkurt manglar.

Á sama hátt kann okkara innara, andaliga battarí vera nær við null. Viðhvørt merkist tað ikki yvirhøvur. Vit halda fram við okkara og mínum, okkara og mínum og mínum einaferð afturat. Vit hava hvørki tíð til at hugsa um ella sans fyri, at okkara battarí er við at doyggja. Eru snøgt sagt uppslúkt av øllum øðrum, sum líka skal gerast fyrst. Ein deadline her, og ein onnur har.

Tað fellur okkum so ónátúrliga nógv lættari at renna í ein boga rundan um bíbliulestur, andakt, bøn og kristiligan felagsskap.

LES EISINI  Forboð móti kristnum tilfari

Áhugavert, ikki so?

Men so hendir undrið viðhvørt. Guð letur sín heilaga anda skapa ein hungur, ein tosta, eina trá eftir at løða battaríini. “Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu”. (Matt.11,28).

“Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!” (Jóh.14,27).

Lyftini tróta ikki. Kundi nevnt so mong onnur.

Ja, hvør vil ikki hava hvílu? Hvør vil ikki hava frið?

Er tað nakað, sum vit í okkara seinmodernaða samfelagi mangla, so er tað júst hvílu og frið. Ótti og stúranir fylla nógv í gerandisdegnum. Eisini hóast vit einki síggja til tað hjá hinum. Men so skjótt vit eru heima, aftan fyri fasaduna, so kemur óttin, so koma stúranirnar sníkjandi.

Men hoyr, hvat Jesus sigur: “Komið”, “…mín frið gevi eg tykkum…”, “óttist ikki og ræðist ikki!”.

LES EISINI  Hví fórst tú frá mær?

Jesus lovar okkum frið – mitt í lívsins stríði. Ein frið, sum ber uttan mun til, hvørjar okkara ytru umstøður eru.

Nú kann tað ljóða, sum tann almáttugi einki leggur í okkara ytru umstøður. Men tað ger hann. Vit eiga ein ógvuliga ítøkiligan Guð.

Fari at enda við eini frásøgn frá einum manni, ið eitur Lee, sum orsakað av koronu lá avbyrgdur á sjúkrahúsi í Norðurírlandi.

Eingin kundi koma at vitja hann. Hvørki familja, vinir ella prestur. Hann var púra einsamallur. Men so kom ein maður at vaska. Hesin maður hevði verið trúboðari í Nigeria, og eftir at hava tosað saman um leyst og fast, spyr hesin maður, um hann kann sleppa at biðja fyri Lee. Hann biður so fyri honum, meðan hann stendur í hurðini, tí inn slapp hann ikki.

Tað kvøldið byrjaði at bragda.

Lee byrjaði at fáa matarlystin aftur. Hann fekk eina ógvuliga ítøkiliga trongd: Eitt kolablikk og ein pakka av rækjukipsi.

LES EISINI  Marta, Marta hví stríðist tú so........

Lee bað til Guð, um tað var møguligt at senda onkran til sín við hesum ógvuliga ítøkiliga ynski.

Morgunin eftir kemur hesin maðurin aftur at vaska. Við sær hevur hann ein posa, sum hann rættir honum gjøgnum hurðina og sigur, at hetta er ein gáva frá Guði.

Tá ið Lee letur posan upp, sær hann fyrst tvær appelsinir, síðani eitt kolablikk og til seinast: ein pakka av rækjukipsi!

Guð kennir okkara persónliga tørv. Hann kennir okkara innastu trá.

Lat okkum seta stikkið í løðaran, soleiðis at okkara samband við hann altíð er í lagi. Lat okkum ongantíð undirmeta, hvat Guð kann gera fyri okkum og ígjøgnum okkum eisini at røkka út til onnur.

Og til tín, sum lesur hetta og ikki trýrt. Guð kennir eisini tín persónliga tørv. Vita eftir.

Set stikkið í!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina