Sí, Guds lambið

“Dagin eftir sær hann [Jóhannes] Jesus koma til sín og sigur: “Sí, Guds lambið, sum ber synd heimsins!” (Jóh 1,29)

Í Jerusalem gongur sum kunnugt vegurin, ið kristnir pílagrímar plaga at ganga, Via Dolorosa – Pínslunarvegur, vegurin, vit sambært siðvenjuni meina, at Jesus gekk tungu gongd sína út á Golgata. Við donskum ferðaleiðara fór einaferð eitt danskt ferðalið hesa somu leið. Tá ið tey komu út á ennistaðið, nevndi leiðarin staðið við navni: Hetta er Golgata.

Golgata? spurdi ein ung genta heldur varin. Var tað ikki eitt ella annað við einum bardaga? Ferðaleiðarin gjørdist heldur illa við. Kundi tað bera til, at ein av landsmonnum hansara setti ein slíkan spurning? Men so helt hann fyri: Jú, rætt hevur tú. Teir gomlu luthersku fedrarnir plagdu at siga um Golgata, at har bardist Gud við Gud. So í veruleikanum hevur størsti bardagi í heiminum staðið á hesum stað.

Tað hevur eina vánaliga ávirkan á kristin menniskju aðrastaðni frá í heiminum, sum hava vitjað tey heilagu støðini í Ísrael og hvørs sinni hava verið fylt av halgari kvirru og djúpastu virðing, at møta tí stóra mótsetninginum, tí sum fólkið í landinum einans tykist vera upptikið av. Meðan hesi, so væl tað letur seg gera, savna tankarnar um Jesu pínu og deyða, er fólkið upptikið av heilt øðrum tingum, fyrst og fremst at fáa ein so góðan handil sum gjørligt burtur úr teimum mongu ferðandi.

Men soleiðis var tað eisini, tá ið Jesus gekk teirra millum á foldum. Hansara sak, ið djúpast sæð var teirra sak, var teimum í veruleikanum líkamikið. Fyri teimum, ið hirdu honum ein tanka, var tað ein lætti at fáa hann av vegnum. Hesin maður, ið var sinnissjúkur, tí hann millum annað hevði sagt seg vera Guds sonur.

Sí, Guds lambið, sum ber synd heimsins. Mong vóru og eru tey, sum sóu, men sum kortini einki síggja. Áskoðarar eru ofta mangir, eisini kristiligir áskoðarar, men tey flestu halda eina ávísa frástøðu, tá ið Jesus beinleiðis hevur eini boð til teirra persónliga. Tí verður ofta klipt burtur úr orðinum, um tað er ov nærgangandi, orðið um Golgata, um krossin. Verður hetta tikið burtur úr gudfrøðini, burtur úr boðanini, hava vit ikki longur nakra gudfrøði, nakran kristindóm. Hjartað er tikið úr honum.

Sonur ein norskan dómpróst, ið eisini var prestur, steig ein dagin fram til kistuna hjá faðir sínum, fyri at siga nøkur orð. Í stuttu talu síni um pápan flættaði hann nakrar einfaldar setningar inn. Hetta gjørdist ein stór prædika fyri tey, sum vóru tilstaðar. Hann segði soleiðis: “Hesi seinastu árini upplivdi faðir mín tað einfalda við gudfrøðini. Og nú hesa seinastu tíðina, áðrenn hann andaðist, var gudfrøði hansara bara fýra orð: Hann doyði fyri meg!”

Sí, Guds lambið, hann doyði fyri teg! Tað er ein góð og trygg gudfrøði at halda seg til bæði í lívi og í deyða. Sí, Guds lambið, sum ber synd heimsins. Hann ber hana burtur og kastar hana í havsins dýpi. So eru tað ikki syndirnar, ið føra menniskju í glatan, tí Jesus hevur borið tær og bøtt fyri tær allar, men tað er vrakan av tí fullgjørda verki, ið hann hevur gjørt fyri øll.

Vil menniskjað ikki hyggja upp á Guds lamb, vilja vit ikki trúgva honum, tá er alt spilt, sum hann hevur liðið fyri okkara skyld. Tað er so týdningarmikið fyri okkum at síggja hann, at hyggja og síggja. Teir ísraelsmenn, sum í oyðimørkini vóru bitnir av orminum, høvdu bara eitt at gera, at hyggja upp á koparormin, so vóru teir bjargaðir. Eingin teirra var so fávitskutur ikki at gera tað, annars var deyðin vísur. Teir skuldu ikki krúpa yvir og nema við hann, heldur ikki skuldu teir skilja hetta frelsuundrið. Nei, bara hyggja. Eingin ísraelsmaður doyði av eitrinum í bitinum av orminum, so satt hann hugdi upp á koparormin. Og eingin syndari skal glatast, so satt hann hyggur upp á Guds lamb.

Ongantíð síggja vit synd okkara so klárt, og ongantíð verður pínan um synd okkara so beisk, sum tá ið vit síggja, hvat Jesus mátti bera og líða fyri okkum. Men heldur ongantíð verður náðin so dýrabar sum við krossins fót. Kærleikin, sum læt fíggindan pína og týna seg fyri okkum. Fyri teimum menniskjum, sum sóu Jesus hanga har sum Guds lamb, ið ber synd heimsins, gjørdist krossurin teirra dýrasta ogn.

Ein føstusálmur eftir danska amtmanninum Benjamin Sporon, er týddur til føroysk av Johannes Olsen, bátasmiði. Hesin sálmur heldur sína stillu, men djúpu prædiku fyri yrkjaranum, hvussu hann sær hin doyggjandi mannin á krossinum. Í tveimum av versunum tekur hann soleiðis til:

Krossi á í vanda svarta

hongur tú sprongdum hjarta

frelsari, Guds sonur, hátt.

Gud, sum øllum góðum eirir

neyðróp títt við tøgn tó hoyrir

latin inn í deyðans nátt.

Lat ei lætt á nøkrum sinni

krossin fara mær úr minni,

sum teg frelsuhetju bar,

men lat kross og deyða svarta

rópa mær tað inn í hjartað,

hvat mín bjarging voldi tær!

Tað eru børn, hvørs føðing kostaði móður teirra lívið. Ógjørligt er annað, enn at tey í løtum í takksemi hugsa: Mítt lív er keypt dýrt. Fyri at eg kundi liva, mátti móðir doyggja frá faðir og systkjum mínum. Í teirri innastu sál hava nøkur av hesum lovað, at tað skal hon ikki hava gjørt fyri einki.

So er tað heldur ikki ov mikið, um vit í løtum dvølja við ta sjón, at vit eru keypt dýrt. Tað kostaði frelsaranum so nógv meira enn eg eri verdur.

Men tað er ikki bara líkasælu, ið ferðandi kristin møta, tá ið tey vitja heilagu støðini í fosturlandi Jesu. Ein norskur prestur sigur frá, tá ið hann einaferð vitjaði úti á Golgata. Tá møtti hann einum av teimum, ið veruliga vistu, hvat Golgata merkir. Við altarið, ið er bygt yvir staðið, har teir halda, at krossurin stóð, sá hann unga konu boyggja knø. Eg var standandi har, sigur hann, meðan eg hugsaði: Hon er annað og meira enn ein ferðandi. Tá ið hon reisti seg, heilsaði eg upp á hana og segði henni, hvat árin, tað gjørdi á meg at síggja hana boyggja knø í bøn og tilbiðjan. Hon brosaði gjøgnum tárini og svaraði lágmælt og einfalt: I love him (eg elski hann). Heilt frá Suðuramerika var hon komin. Soleiðis talar tann, ið veit, hvat Golgata merkir – eg elski hann!

Tað var stilt út á Golgata, aftaná at Jesus var deyður. Mannamúgvan var farin. Burtur frá fyri seg sjálv stóðu bara nakrir vinir og familja hjá Jesusi. Tey vildu ikki missa hann heilt úr eygsjón. Allan dagin høvdu tey hvørki torað ella kunnað rætt Jesusi eina hjálpandi hond. Eisini um hetta var profeterað av Dávidi: “Vinir mínir og frændur halda seg frá míni sótt, mínir næstingar langt burtur standa.” Men hóast deyðin fyri teirra hugsan hevði sett punktum har úti, so kundu tey tó ikki slíta seg leys frá hesum stað. Tey stóðu sum negld og stardu at tí samansoknað likaminum á krossinum í miðjuni. Tey fingu ikki eyguni av tí boygda høvdinum. Tað gekk teimum sum teimum trimum, ið vóru saman við Jesusi á umbroytingarfjallinum; tey sóu ongan uttan Jesus aleina.

Latið okkum eisini hyggja upp á hann. Enn einaferð venda eygum okkara móti krossinum. Tað stendur um hesi, at tey stóðu burtur frá krossinum og hugdu at. Tað er so ringt, tá ið vit standa burturfrá. Latið okkum koma nærri, har sæst so nógv betri. Kom heilt til krossin. Hygg at honum, ið har hongur. Hetta leið hann fyri okkum. Boygg teg við krossins fót og liv har. Tá ið so lívsdagur okkara er liðin og eingin longur kann fylgja við lið okkara, sí tá Guds lambið, sum ber synd tína! Tá tolir tú deyðan, tí hann skal tendra ljós í deyðans niðu og lýsa og leiða teg inn í lívsins land.

 

Úr bókini “Til kross og grøv” eftir John S. Myllhamar.