– Síðsti jólapakki hjá mær við hesum Klakki

– Jólapakkarnir eru gávur, og gávur hava vit jú ikki krav uppá. Vit eru tí fegnir og takksamir fyri teir. Sjómenninir skulu heldur ikki halda, at pakkarnir eru komnir fyri at vera um ævir. Tað vóna vit, men treytin er so, at tað eisini framhaldandi verða fólk, sum brenna fyri at geva gávur til sjófólkið. Tað sigur garvaði línuskiparin í Klaksvík, Líggjas Johannesen.

– Jólapakkarnir hava týdning. Kanska teir eldru menninir gleða seg meiri enn teir yngru. Jú, pakkarnir hava týdning, og vit plaga at geva okkum góða tíð til mat og at pakka upp, so tað er vanliga ein sera góð og hugnalig løta, sigur Líggjas.

– Vit fara avstað í dag, og fara til Íslands at royna. Hetta verður óivað síðsti túrur hjá mær við hesum Klakki og harvið síðsti jólapakki, eg fái her umborð. Vit hava keypt nýtt skip, sum vit yvirtaka fyrst í komandi ári, sigur Líggjas.

LES EISINI  Sjómanskvinnuringurin 60 ár

Klakkur og Akraberg eru fyrstu skipini, sum fáa jólapakkar í ár, og bæði fara avstað í dag. Teir vóna at vera aftur til jóla, men tað verður óivað síðsti túrur hjá báðum skipunum í ár.

Klakkur, sum næsta ár væntandi verður skiftur út við nýggjari og størri skip

Nevnast kann, at pakkar til sjófólkið kunnu latast inn á hesum støðum til umleið 5. desember:

  • Føroya Fiskimannafelag, Bryggjubakki 14 í Havn,
  • Leguhúsið í Nesvík,
  • Blái Krossur Føroya, Heiðavegur 32, Saltangará og á
  • Sjómansheiminum í Klaksvík.

Sjófólkunum verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina