Simbalegan 2021 fyri 3. og 4. flokk!

Tað er ein lega, vit fara at minnast! Havnin, Argir og Sandoy skipaðu fyri leguni. Nøkur tilmæli høvdu vit fingið at halda okkum til í mun til víðagitnu pláguna; Korona. Sostatt sluppu foreldrini ikki inn at trunkast í móttøkuni í Nesvík, men máttu standa í langari røð uttanfyri, inntil tað gjørdist teirra túrur at melda komu fyri teirra barn. Men tað bilti ikki so nógv, tá veðrið var av tí allarfagrasta við brennandi sólskini. Øll vóru glað og spent.  

Luttakarar og leiðarar vórðu væl samansjóðaðir í høllini, og síðani fingu vit gongd á láturvøddarnar í matarsalinum við góðum undirhaldi. Serliga vóru tað teir báðir, høvðusleiðarin og høvuðspresturin, ið løgdu øll í skellilátur, tá teir við fullum munni av skúmgæti skuldu rópa í senn: ”Eg elski Nesvík!”

Miku-, hós- og fríggjadag var sum á Costa del Sol, sólskin og stilt. Øll vórðu díkt undir í sólkremi um morgunin eftir bíbliutíman hjá Havstein. Síðani gekk alt fyri seg uttandura burtursæð frá tveimum breytum; Just Dance í høllini og gera serligu legu-lampuna í ítrivshølinum. Hinar breytirnar vóru úti; grilla sneisabreyð, rógva við bátum, spæla á spæliøkinum og fótbólltur. Døgurðin varð eisini grillaður úti hesar dagarnar.

LES EISINI  Nú er klárt at tekna seg til summarlegurnar!

Longu næsta dagin lógu bæði børn og leiðarar í bátahylinum og beistaðust, og okkurt foreldur mátti longu tá koma við fleiri skiftiklæðum, tí alt var vátt.

Á bíbliutímunum lærdu børnini um skapanina, menniskjuni, Jesus og okkum sum eftirfylgjarar.  Stuttligt var at síggja allar bíbliurnar frammi, og hvussu áhugað tey tóktust at lurta. Og hvørt kvøld endaði Katrin við eini spennandi framhaldsøgu um dreingin Páll, ið skuldi berjast.

IMG_7848

Eisini var møguleiki at fara ein fyrrapart oman í fjøruna at fanga krabbar. Fleiri spannir vórðu fyltar við bæði pinkalítlum krabbum og upp til hondstórar krabbar – eini 50 krabbar tilsamans. Onkur serkøn lærdu tey meira bangnu, hvussu tey skuldu finna og taka krabbarnar. Aftaná vórðu teir sleptir útaftur!

Eftir hvørja døgurðamáltíð var um at gera at koma fyrst í kioskrøðina, sum gekk allan vegin inn í matarsalin. Nøkur høvdu tikið sær stól at hvíla beinini á og flutti við so hvørt, køin spakuliga flutti seg frameftir. Onkur dugdi so væl einki at keypa sær, so 90 kr. vóru eftir at keypa fyri tann seinasta dagin.

LES EISINI  Tilmelding til summarlegur letur upp í morgin 8.4.22
2021-07-02 19.16.47

Hæddarpunktið á leguni var fríggjakvøldið, tá vit fingu vitjan av Sunda Sløkkiliði. Úr slangunum kom vatn og skúm, ið børnini stuttleikaðu sær óført í. Eftir lítlari løtu var alt eitt stórt skúmbað, og var tað sum runnu fleiri livandi candyfloss á spæliplássinum. Tá fingu turkifólkini úr at gera at turka klæði og skógvar!

Leygardag var eitt sindur vátari í veðrinum. Tó ikki so vátt at ein postarenning ikki fekk verið á skrá seinnapart. Nógvir stuttligir og avbjóðandi postar vóru, og gjørdu luttakararnir nógv fyri at vinna. Eitt dreingjakamar gjørdist nr. 1. Tá vinnararnir vórðu skírdir og vunnu hvør sítt twix til hugnaløtuna seinni á kvøldi. Enn eitt stuttligt kvøld við undirhaldi og lekkrum ísi. Hetta kvøldið hevði tó eingin hug at fara til songar, tí vit vildu ikki hava leguna at enda. Leiðarar, luttkarar og sjálvt kokkarnir stóðu saman í matsalinum og dansaðu Church Clap o.l. í ein heilan tíma. Útlúgvað og sveittut fóru vit vælnøgd til songar

LES EISINI  Klárt at tekna seg til summarlegu!

Sunnumorgun kl. 10.00 var hendan fantastiska góða legan liðug. Børnini vórðu heintað, og væntandi hava tey nógv góð minni frá leguni. Og ikki minst vóna vit, at tey hava fingið tann góða boðskapin við sær heim í skjáttuni.

Um okkara leiðarahóp er at siga, at ongantíð havi eg verið á legu saman við so góðum og ábyrgdarfullum fólki. Ein sera góður felagsskapur var millum bæði ung og eldri. Tey ungu fólkini dugdu so sera væl við børnunum, tey tóku ábyrgd, vóru festlig og umfevnandi. Stórt rós til øll, ið hjálptu til á ymsan hátt. Størstu tøkkina og æruna eigur okkara Skapari! Eg gleði meg til næstu legu!

Simbalega fyri 3.-4. flokk í Nesvík 2021
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina