Sjálvbodna arbeiðið gongur væl – skjótt klárt hjá timburmonnum at byrja
Tíðliga í heyst varð farið undir at innrætta nýggju kamarslonina í Leguhúsinum í Nesvík við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Alt arbeiðið er býtt upp í fakøki, og ábygdarfólk eru sett fyri hvørt fak.
Fyrstir hava málarar verið at slípa, spartla og pussa, og teir hava verið so mikið raskir, at um einar tvær vikur sleppa timurmenn framat! Ábyrgd fyri tí partinum hevur Hans Jákup Hansen á Nesi. Longu nú ber til at gera inndekningar rundanum vindeyguni. Tað verður mett til einar tveir arbeiðsdagar hjá trimum monnum.
Annars er arbeiðið skipað soleiðis:
Dávur Reinert Hansen á Toftum (227894) samskipar arbeiðið.
Álitispersónar eru:
Máling: Eskild Hansen (215089) og Óli Poulsen, Klaksvík (225690)
El: Jógvan Reynslág, Argir (291232)
Timbur: Hans Jákup Hansen, Nes (225368)
Uttandura: Jørgen F. Andreasen, Leirvík (593070)
HVS: Bartal Danielsen, Strendur (290388)
Fólk venda sær so til álitispersónarnar fyri tað fakið, sum ein heldur seg til at vera við í. Ein skal ikki halda seg aftur, tí brúk er fyri nógvum fólki, eisini teimum mongu, sum ikki hava nakra handverkliga bakgrund. Serliga nógv er at gera av timburarbeiði, málingaarbeiði og uttanduraarbeiði.
Nýggja kamarslonin er í tveimum hæddum við seks hjúna- og familjukømrum á hvørjari hædd, við baði/vesi. Eitt kamar á hvørjari hædd er serliga handikapvinarligt.